Útvarpsendingin Pressan umrøddi hósdagin teir trupuleikar sum ÍSF og Kringvarpið hevur at fáa atgongd til OL í summar. Danir hava fingið tillutað 32 pressuloyvi (accreditering), og hesi eru langt síðani býtt út til danskar fjølmiðlar. Men Kringvarpið fer at senda fólk til London óansæð, og ætlar at húsast í einum shoppingcentri onkrastaðni tætt við har Pál skal búgva. Solby Eliasen leggur aftrat “sjálvandi vera vit har”, tí “tað er ordiliga stórt”. Hon siterar Rók, at danir og útheimurin hava fangað tað, nú er tað bara føroyska pressan sum ikki skilur, hvussu fantastisk søgan um Pál er. Hoyr sendingina her.
Continue reading Miðlarnir í Føroyum hava onga atgongd til OL

Politisku flokkarnir hava í dag fingið áheitan frá ÍSF-húsinum um at greiða frá hvørjar hugsjónir teir hava í samband við ítrótt í Føroyum. Svarini kunnu síggjast á www.isf.fo so hvørt, sum tey koma inn. Viðurskifti sum ÍSF hevði kunnað hugsað sær at hoyrt meiningar um eru t.d.:
Mánakvøldið 2. november kl 19 verður alment evniskvøld í Miðlahúsinum um etikk og virðir í kappingarítróttinum, við dr.jur. Jens Evald, sum er formaður fyri Anti Doping Danmark og professari í rættargangsøgu, rættarfilosofi og ítróttarløgfrøði á Århus Universitet. Evni til viðgerðar eru til dømis, um tað er í lagi hjá foreldrum at skelda dómaran, at ein skaddur fótbóltsspælari verður sendur inn á vøllin, at ein 18 ára gamalur venjari gongur saman við 17 ára gamlari gentu á liðnum, og at nýta euforiserandi evni bara tí tað ikki verður uppdagað. Les meira 