Enn pláss á venjaraskeiði hjá ÍSF í vikuskiftinum

ÍSF skipar fyri skeiði fyri venjarum hjá børnum og ungum, í ÍSF húsinum fríggjakvøldið 6/3 frá kl. 18.00 til 21.00 og í ÍSF húsinum og partvíst í Badmintonhøllini leygardagin 7/3 frá kl. 9.00 til 17.00. Hetta er sama skeið sum summi av okkum longu hava verið á, har evnini eru ítróttarpædagogikkur, ítróttarumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Lesið meira her á isf.fo.

Løgtingið játtað 600.000 til føroyskan úrvalsítrótt

Løgtingið samtykti í gjár endaliga fíggjarlóg fyri 2009, har tey m.a. hækkaðu játtanina til Ítróttarsamband Føroya við 600.000 krónum, ið eru markaðar beinleiðis til úrvalsítrótt. Tað verður eftir øllum at døma ÍSF sum kemur at gera av, hvussu hesin peningur skal brúkast, við kjaki um evnið í leypi av januar mánaða.

Temakvøld um úrvalsítrótt í Útvarpshøllini mánakvøldið

Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so skipar Ítróttarsamband Føroya fyri temakvøldi um úrvalsítrótt, nú mánakvøldið 3. november kl 20:00 í Útvarpshøllini. Magni Mohr, Katrin Olsen og Jón Bjarnason fara at hava hvør sína framløgu, og síðani fara fólk innan ítrótt, politikk og vinnulív at kjakast um úrvalsítrótt í Føroyum, saman við fundarfólkinum annars. Tiltakið er alment, og ÍSF vónar sjálvsagt at síggja nógv fólk við áhuga fyri ítrótti í Útvarpshøllini.

Skegt skeið í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum vóru millum annað nøkur úr svimjingini á skeið hjá ÍSF, um venjing av børnum og ungum. Hetta var eitt ógvuliga gevandi skeið, har vit komu runt um hetta at venja yngru aldursbólkarnar, og fingu góð hugskot til dagligu venjingina. Sum tit kunnu lesa her á isf.fo, so var skeiðið eisini serliga gott tí at fólk vóru (ella vórðu) so ‘við uppá tað’.

Her eru nakrar myndir úr myndasavninum hjá ÍSF…


Continue reading Skegt skeið í vikuskiftinum

Minnist til at melda til skeiðið hjá ÍSF

Sum kunnugt skipar Ítróttarsamband Føroya fyri venjaraskeiði tann 19. til 20. september, sum lýst her á heimasíðu teirra, og her á hesari heimasíðu. Talan er um fyrsta grundskeið í venjingarútbúgvingini hjá Dansk Idrætsforbund, “Træner 1“, sum er krav til at kunna fara á víðkaðu skeið teirra. Og um eg skilji tað rætt, so eru tær 250 krónurnar fyri luttøku, mat og (um neyðugt) innivist, eitt ‘kupp’ í mun til tær 1800 sum danir taka fyri luttøku og mat. Sí eisini faldaran hjá DIF.
Continue reading Minnist til at melda til skeiðið hjá ÍSF

ÍSF spyr: “Ert tú dopaður?”

Ítróttarsamband Føroya minnir her á, at føroysk ítróttarfólk kunnu koma út fyri at skula dopingtestast í frítíðini, undir venjing og í kappingum, og at eisini vit tí mugu ansa eftir altíð at hava neyðuga TUE-loyvi, um vit taka heilivág fyri astma, allergi, sukursjúku, hjartatrupuleikar ella annað. Neyðugu umsóknarbløðini kunnu fáast hjá ÍSF, og har ber eisini til at spyrja, á tlf. 312606 ella 282331, um tit ivast í nøkrum.

ÍSF skipar fyri venjaraskeiði tann 19. og 20. september 2008

ÍSF skipar fyri skeiði fyri venjarum hjá børnum og ungum, í ÍSF húsinum fríggjakvøldið 19/9 frá kl. 18.00 til 21.00 og í ÍSF húsinum og partvíst í Badmintonhøllini leygardagin 20/9 frá kl. 9.00 til 17.00. Evnini verða ítróttarpædagogikkur, ítróttarumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Palli biður heilsa, at SSF hevur fingið tilskilað eina kvotu uppá 8 fólk, og at vit innan svimjing tískil skulu melda til gjøgnum Svimjisambandið. Sí annars viðfestu innbjóðing. Continue reading ÍSF skipar fyri venjaraskeiði tann 19. og 20. september 2008

ÍSF fingið nýggja heimasíðu

Lesið her á sportal.fo, ella her á nýggju heimasíðuni. Har er enn okkurt smáting við at adressan hjá heimasíðuni skiftir frá isf.fo til solvihansen.com, men annars er hon ótrúliga flott og spennandi. Og djørv, við tað at tey nú lata upp fyri at vit kunnu gera viðmerkingar til tilfarið á heimasíðuni. Enntá til kontroversiell tíðindi sum at “Ein maður, ið varð dopingkannaður í Føroyum tíðliga í 2005 vísti høgt testosteronvirði“. Continue reading ÍSF fingið nýggja heimasíðu

ÍSF evnisdagur um framtíðina hjá føroyskum ítrótti

Sá nú tilfeldigvís her á isf.fo, at Ítróttarsamband Føroyar skipar fyri evnisdegi tann 10. november 2007, við evninum “Føroyskur ítróttur í framtíðini”. Hvørt sersamband skal eftir ætlan luttaka við trimum luttakarum í part, og hartil verða so umboð frá ÍSF og DSNÍ (?). Tilmeldingarfreistin er 25. oktober kl 12.

Ætlanin er eftir øllum at døma at fáa staðfest støðuna hjá føroyskum ítrótti í dag, at gera nakrar málsetningar fyri føroyskan ítrótt ár 2020, og síðani skifta orð um hvussu vit røkka málunum. Tey fara í stóran mun at arbeiða í bólkum á 5, sum so neyðturviliga merkir at har verða fólk úr ymisku sersambondunum á hvørjum liði.