Politisku flokkarnir hava í dag fingið áheitan frá ÍSF-húsinum um at greiða frá hvørjar hugsjónir teir hava í samband við ítrótt í Føroyum. Svarini kunnu síggjast á www.isf.fo so hvørt, sum tey koma inn. Viðurskifti sum ÍSF hevði kunnað hugsað sær at hoyrt meiningar um eru t.d.:
- Yvirskipaði týdningurin av ítrótti fyri føroyska samfelagið og einstaka borgaran
- Hvønn týdning hevur úrvalsítrótturin, og hvussu vilja tit stuðla honum?
- Hvønn týdning hevur breiddarítróttur, og hvussu vilja tit stuðla honum?
- Hvønn týdning hevur ítrótturin í umboðan og marknaðarføring av Føroyum úti í heimi, og hvussu vilja tit stuðla hesum virksemi?
- Hvønn týdning hevur tað at vit skipa fyri altjóða ítróttartiltøkum í Føroyum?
- Hvørji ítróttarverkløg vilja tit byggja?
- Hvussu vilja tit lætta um fíggjarligu korini hjá sersambondunum og hjá einstøku feløgunum?
Les meira her á isf.fo.