ÍSF talar at ætlanunum hjá Løgtinginum at spara uppá ítrótt

ÍSF-forsetin Petur Elias Petersen skrivar her á isf.fo, at tað kom dátt við tá stjórn ÍSF’s kundi staðfesta at tað sjálvbodna arbeiðið, sum verður gjørt í ítróttafeløgunum kring alt landið, nú skal svíða fyri at fáa Løgtingsfíggjarlógina fyri 2011 at hanga saman. Løgtingið ætlar at skera eina hálva millión av tí stuðli sum verður latin ÍSF, afturat milliónini sum varð skorin av stuðlinum til fótbóltin í sambandi við ólavsøkupakkan í fjør, og afturat stuðulin til ein ítróttarráðgeva, so at ítrótturin nú tilsamans hevur mist 1,85 millión krónur. Teir eyka 600.000 til úrvalsítrótt eru at fegnast um, men kemur jú ikki breiðu ítróttini tilgóðar.

“Tað tykist sum um, at politiska skipanin als ikki hevur fatað tað ómetaliga stóra virði í tí, sum sjálvboðin innan ítróttalívið kring allar Føroyar gera dag og dagliga. Í mun til so nógv annað, sum peningur verður játtaður til á løgtingsfíggjarlógini, so er tann hálva milliónin, sum nú verður skorin frá ítróttini piparnøtur, og tað er samlaða upphæddin til ÍSF upp á 4,75 milliónir jú eisini.”

One thought on “ÍSF talar at ætlanunum hjá Løgtinginum at spara uppá ítrótt”

  1. Politikarar sum yvirhøvur hugsa um at skera tann longu lutfalsliga lítla stuðulin til, hava ikki fatað ein brikk av hvat rørsla ger fyri fólkaheilsuna, og hvat ið tann veg kann sparast við at fyribyrgja heldur enn viðgera.

    Hendan fyribyrging fæst upp á onga tíð, við tað at sjálvt lítil øking í rørslu sæst aftur í sjúkradøgum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.