Schubert væntar okkurt heimsmet í ár

Hóast tað vísir seg at vera trupult at seta heimsmet í ár, nú superdraktirnar eru burtur, so væntar høvuðsvenjarin hjá amerikanska landsliðnum Mark Schubert allíkavæl okkurt heimsmet, á komandi US Nationals ella á Pan Pacific kappingini millum USA, Avstralia, Kanada og Japan. Les her á USA Today:

“Last year, everyone — swimmers and coaches included — thought we would not see another world record for 10 to 20 years,” says Mark Schubert, USA Swimming’s national team head coach. “This year, my prediction is we will see world records at nationals and at Pan Pacs. Not a lot, but we will start to see them.”

Water Cube í Beijing er nú villasta vatnland

Flotta svimjistadion í Beijing letur nú upp aftur sum vatnland, eftir at hava verið undir umbygging í níggju mánaðir. Har er alt tað vanliga, alduhyljar og vatnrusjibanar, umframt vill ting sum til dømis ein rusjibani við loop og okkurt tey kalla “Tornado”. Men prísurin er, at í øllum førum nakrir kappingarhyljar og nøkur áskoðarasetur máttu víkja. Lesið her og sí myndarøð her.

Úrslit frá Ólavsøkusvimjingini

Sum kunnugt svumu tey Ólavsøkuaftan kapp á Havnarvág, fyri fyrstu ferð í nógv ár. Úrslitið varð at Annika Olsen vann hjá kvinnum í opna bólkinum, Anja Joensen hjá kvinnum í masters bólkinum, Magnus Jákupsson hjá monnum í opna bólkinum, og Jon Hestoy hjá monnum í masters bólkinum. Tey vóru heili 31 sum svumu í góðveðrinum á Ólavsøku, og harav nógv eru kend bæði frá svimjing á havi og í kappingarhyli. Sí úrslitalistan her á hs.fo, og myndir her.

Ivasamt um Delhi verður klárt til Commonwealth Games

Delhi í India skal í oktober hýsa Commonwealth Games, sum er nærmast OL hjá Bretlandi og fyrrverandi bretsku hjálondunum. Men tað ógvuliga ivasamt hvussu verður hjá teimum, her mitt í fíggjarkreppuni og í einum landi sum India.
Continue reading Ivasamt um Delhi verður klárt til Commonwealth Games

Bretsk dáma spakuligasta nakrantíð um Ermasund

56 ára gamla Jackie Cobell brúkti nú leygardagin og sunnudagin 28 tímar og 44 minuttir at svimja frá Dover til Calais, ið er spakuligasta skrásetta tíð nakrantíð. Orsøkin til at tað gekk so seint, faktiskt nærum 2 tímar í mun til teir 26 tímarnar og 50 minuttirnar sum Henry Sullivan brúkti um teinin í 1923, var at hon vegna rákið rak næstan 40 bretsk míl av leið. Cobell plagdi at viga um 127 kilo, men hevur tapt seg eini 50 kilo eftir skurðviðgerð í maganum og av at svimja. Og dáman er vid gott mót hóast drúgva teinin: “I couldn’t believe it when I was told I’d smashed the record for the slowest swimmer. I knew I had been a long time but it didn’t feel like 28 hours”. Les telegraph.co.uk

Pauli til Canet at venja upp undir EM

Pauli Øssurson Mohr og Thurid Kjærbo fóru í morgun avstað til Canet en Roussillon í Suðurfraklandi, at venja upp undir evropameistarastevnuni í Budapest. Pál Joensen og Jón Bjarnason eru longu har suðuri, og tað gongur bara væl, frætta vit. Av løgnum upplivilsum fingu teir eina flogmús at búgva hjá sær í nakrar dagar, sum tó gott nokk skjótt valdi at heldur doyggja.

Thurid og Pauli..

Team Danmark brúkar bakipulvur til sínar sprintarar

Ekstra Bladet skrivar í grein her, at Team Danmark til tíðir gevur síní úrvalsítróttarfólk bakipulvur at eta, til at betra um spurtirnar. Aktiva evnið natron ella bikarbonat í bakipulvuri er sambært teimum vælegnað til at mótvirka mjólkarsýru í beinunum, so at íðkararnir kunnu spurta longri áðrenn teir sýra til, og harvið ‘flyta tey síðstu sekundini’. Men teir siga at tey brúka tað bara tá ið alt annað er optimerað, og ávara hartil um akutt diarré ella spýggju, um man tekur skeiva dosu. Renning, súkkling og rógving verða nevnd sum dømi um ítróttir har hetta kann vera ein hjálp.

Svimur man skjótari í siropi enn í vatni?

Kemiprofessari Edward Cussler á University of Minnesota hevði verið plágaður av hesum tanka í meira enn 30 ár, til hann tann 18. august í 2003 fekk gjørt eina vísindaliga kanning av málinum. Svimur man skjótari í tjúkkum vatni tí at tøkini verða betri, ella vil økta mótstøðan bremsa so mikið at ein svimur spakuligari? Tann 18. august 2003 fekk hann gjørt royndina, við tveimum svimjihyljum á 25 metrar, 16 aktivum svimjarum, 300 kilo av onkrum til at gera vatnið tjúkt við, 22 ymiskum góðkenningum frá myndugleikum, og einum stoppuri. Og svarið er, at tað ger hvørki til ella frá. Les videnskab.dk