Biedermann fekk bara silvur í 400 frí

Týski Paul Biedermann hevði sett nøsina ímóti at fáa tvey gull í Budapest í 200 og 400 frí, har hann eigur heimsmetini. Men í dag tapti hann við 13/100 sek í 400 frí til unga fransmannin Yannick Agnel, ið longu er skýrdur til at vera ein komandi stjørna. Vinnaratíðin var 3.46.17. Heimsmetið er 3.40.07.

CIMG1355
Tað er Paul Biedermann til høgru

Her er eitt prátt á Youtube við Biedermann áðrenn missiónin hjá honum miseydnaðist.

So er EM í Budapest byrjað

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

DSC00094Pauli Øssursson Mohr svam í morgun 50 metra firvaldasvimjing á evropeisku meistarastevnuni á langgeil, sum er í Budapest í hesum døgum. Tíðin hjá honum varð 27.02 sekund, ið er flott persónligt met í mun til hansara nú fyrrverandi á 28.21 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. Ein tíð sum boðar frá góðum, nú hann leygardagin skal svimja sína veruliga sergrein, 50 metra frí.
Continue reading So er EM í Budapest byrjað

Føroyingar á evropameistarastevnu í Budapest

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú mánamorgun 9. august byrjar evropameistarastevnan í svimjing á langgeil, sum í ár er í Budapest í Ungarn. Fyri Føroyar luttaka Pauli Ø. Mohr og Pál Joensen, á hesi fyrstu veruliga stóru altjóða svimjistevnu eftir at superdraktirnar eru burtur.

DSC00031
Continue reading Føroyingar á evropameistarastevnu í Budapest

So er føroyska liðið í Budapest

Bara ein stutt heilsan her úr Budapest, nú vit øll eru komin upp á pláss. Teir báðir Pál og Pauli hava verið og vant bæði í gjár og í dag, og tað sær út til at alt koyrir so nøkulunda. Ungarar eru ikki so raskir at kunna um alt tað ymiska, men tykjast hinvegin at koyra rættiliga rutinerað upp á ‘autopilot’.

DSC00016
Continue reading So er føroyska liðið í Budapest

Muñoz slapp fyribils við eini ávaring

Spanski Rafael Muñoz Pérez var sum kunnugt í vanda fyri at fáa 2 ára dopingkarantenu vegna brot á “whereabouts” reglurnar, av tí at hann eftir HM í fjør fór út at ferðast við vinum, uttan at fortelja dopingmyndugleikunum hvar hann var. Nú hevur FINA Doping Panel valt at lata hann sleppa við eini ávaring, tí at tey meta hendingina sum “a personal situation”, og loyva honum tí frítt at luttaka á til dømis EM í Budapest. Men allar súðir eru ikki syftar enn, WADA kann velja at kæra avgerðina, og Craig Lord á SwimNews er í øllum førum ikki glaður um avgerðina.

DSC_0144

Who is David Plummer?

Amerikanski David Plummer gjørdi í gjár, tað sum allir ‘underdogs’ droyma um, á US Nationals stevnuni í Irvine, California. Nevniliga at koma nærum úr ongum og vinna á stjørnum sum Aaron Piersol og Matt Grevers. Á swimnetwork skrivar Mike Gustafson, at hendingin kann samanberast við at Paris Hilton gjørdist forseti í USA, og at tú á áskoðarabeinkinum hoyrdi øll uttan nøkur fá tandur úr Minnesota teska “Who is David Plummer”. Og tá ið maðurin so sjálvur eisini vísir sítt yvirraskilsi, so brølaði øll høllin í senn, fyri hesi nýggju stjørnu. Go David Plummer ! 🙂

Phelps er ikki í form, viðganga hann og Bowman

Michael Phelps kappast í hesi viku á US Nationals, men er sambært honum sjálvum og venjaranum Bob Bowman “under-prepared”. “If we wanted him to swim into London, we had to have this year,” sigur Bowman um ætlanirnar hjá Phelps at kappast til og við OL í 2012, men við hesum ári sum eitt slag av fríár. “Otherwise, he wouldn’t have made it”. Les grein hjá AFP her.

Nú nærkast EM í Budapest

Pál og Pauli eru sum kunnugt í Canet á venjingarlegu upp undir EM í Budapest, har hendan myndin varð tikin. Jon Hestoy er longu í Balaton nær Budapest, har hann í gjár sum altjóða dómari í “open water” svimjing sá Thomas Lurz vinna gull á 10 km teininum. Í morgin fara Pál, Pauli, Thurid og Jón til Budapest via Prag, og í ovurmorgin fari eg so sjálvur eisini til Budapest via Keypmannahavn.

pal-pauli-etc-i-canet

[Íslendska og føroyska liðið í Canet. Frá vinstru Jacky Pellerin, Jakob Jóhann Sveinsson, Pauli Ø. Mohr, Pál Joensen, Jón Bjarnason og Thurid Kjærbo]