Kromowidjojo á sjúkrahúsi við meningitis

Hálendska sprintstjørnan Ranomi Kromowidjojo er sambært SwimmingWorld Magazine innløgd á sjúkrahúsi við heilahinnubruna (meningitis), og luttøka hennara á komandi evropameistarastevnu í Budapest tí ógvuliga ivasom. Kromowidjojo eigur annars bestu tíð í 100 frí í ár, 53.44 frá Amsterdam Swim Cup í mars mánaða.

Reykjavík roynir midnáttarsvimjing

Reykjavíkar býráð avgjørdi herfyri at skipa fyri ‘sundvøku’ í stóra svimjihylinum Laugardalslaug, har hylurin er opin allan sólarringin frá í gjár mikudagin 21. juli klokkan 06:30, til mánadagin 26. juli kl 22:30. Kostnaðurin er eitt sindur hægri um náttina, og hartil mugu børn undir 16 fylgjast við vaksnum, á sama hátt sum børn í Reykjavík generelt ikki mugu ganga einsamøll úti um náttina. Og so verður minnt á, at tað sum altíð er strangliga bannað at njóta rúsdrekka í høllini. Lesið her á IceNews.is.

Høvuðsvenjarin hjá USA ávarar um doping sum hann veit um

Høvuðsvenjarin fyri amerikanska landsliðið ávarar nú um kosttilskotið Jack3d, sum hann sigur seg vita at amerikanskir landsliðssvimjarar taka, hóast tað inniheldur evnið 1, 3 Dimethylamylamine, ið vil viðføra at tey verða testað positiv, um tey verða dopingtestað.
Continue reading Høvuðsvenjarin hjá USA ávarar um doping sum hann veit um

Birita Debes 30.63 og nýtt juniormet í 50 firvald

Birita DebesBirita Debes setti í morgun nýtt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Helsinki svam teinin uppá 30.63 sekund. Hetta var stórt persónligt met hjá Biritu í mun til hennara til nú bestu tíð á 31.59 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni, og eisini akkurát undir juniormetið hjá Poulu Ø. Mohr á 30.67 frá somu Small States stevnu. Birita setti harvið tvey juniormet í teimum 5 kappingunum sum hon luttók í á EJM 2010, við 1:08.31 í 100 rygg og 30.63 í 50 firvald.

Føroyingar duga enn at seta met

Nú árið 2010 er hálvrunnið, kunnu vit staðfesta at ‘superdraktirnar’ veruliga gjørdu mun, og at tað tískil er nógv torførari at seta met. Einki heimsmet er sett enn í ár, í mun til 66 á langgeil og 73 á stuttgeil í fjør, og heldur einki evropamet. Danir hava sambært scmsom.se sett éitt danskt seniormet, tá ið Mathias Gydesen í apríl svam 54.66 í 100 rygg í USA. Svenski Simon Sjödin hevur sett tvey svensk seniormet í 200 og 400 blandað, í Amsterdam í mars mánaða. Norðmenn hava sett 4 norsk, finnar 2 finsk og íslendarar 2 íslendsk. Men føroyingar, teir hava hesa somu tíð sett í øllum førum 20 føroysk seniormet á langgeil og 11 á stuttgeil, umframt 51 føroysk juniormet á langgeil og 43 á stuttgeil.

Birita Debes 1.08.31 og nýtt juniormet í 100 rygg

Birita DebesBirita Debes hevur í morgun svomið 50 frí og 100 rygg á evropeisku juniormeistarastevnuni í Helsinki. Í 50 frí svam hon 28.35, sum er eitt sindur frá hennara juniormet á 27.93, sett á HM í Rom í fjør summar. Men í 100 rygg svam hon 1:08.31 í mun til juniormetið á 1:08.55 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. ið sostatt er nýtt føroyskt juniormet. Birita hevur nú bara 50 firvald eftir, í morgin sunnudag.

Lívbjarging í Amerika er nógv annað enn bara svimjing

Í Kansas máttu tey bjarga einari kvinnu av einum hegni, sum hevði spiddað seg gjøgnum beinið tá ið hon vildi klatra inn um at svimja. Í Florida beit ein alligator hondina av einum tannáringi sum svam í eini kanal í grannalagnum. Í South Carolina doyði ein 10 ára gomul genta bara dagar eftir at hava fingið amøbur í seg í feskvatni nærhendis. Og í Manitoba í Kanada læra tey børn at kasta reip, tí at tað sum rætt er ofta er ein betri loysn til at bjarga onkrum, enn at royna at svimja út eisini sjálvur.

Continue reading Lívbjarging í Amerika er nógv annað enn bara svimjing

“Recovery skins”

Eitt sindur kryptiskt ‘tweet’ frá avstralska OL gullvinnaranum Stephanie Rice her:

In the recovery skins watching the hills finals then a nap…night tweeps xless than a minute ago via Echofon

Eg fái tað til at hon brúkar ‘recovery skins’ frá www.skinsusa.com, sum eru klæðir ið við kompressión skulu kunna fáa kroppin at koma seg skjótari eftir venjing og kapping.
Continue reading “Recovery skins”

Birita Debes 31.19 í 50 rygg á EJM 2010

Birita Debes luttók í morgun í 50 metra ryggsvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil, sum er í Helsinki í hesum døgum. Tíðin hjá henni varð 31.19, ella umleið eitt hálvt sekund verri enn hennara juniormet og føroyska met á 30.68 frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í juni mánaða. Sí úrslit her á livetiming.se.