Ein nýggj sponsk/bretsk kanning staðfestir tað sum vit í fyri nøkrum árum síðani øll vistu onkunsvegna, at tað er faktiskt er sunt fyri børn við astma at svimja, eisini hóast tað er í klorvatni. Tey kannaðu 5738 børn frá tí at tey vóru fødd, og sóu at tað var serliga gott fyri børn við astma at byrja at svimja, við tað at tey fingu betri lungu, og færri astmasymptom.
‘This large, well-designed study therefore suggests that swimming regularly in chlorinated pools does not cause asthma in children, but can in fact improve their lung health.’
Umleið hetta er niðurstøðan í finskari gransking av úrvalssvimjarum, at “Swimming is recommended for asthmatics. However, many competitive swimmers report asthmatic symptoms“. Granskarar á lærda háskúlanum í Helsinki kannaðu spurnarskema frá 200 royndum finskum úrvalssvimjarum, harav 32 søgdu seg hava av lækna staðfest astma, íroknað 24 sum fáa astmaherðindi bara tá ið tey kýta seg. 81 søgdu seg hava ovurviðkvæmi staðfest av lækna, og 84 søgdu seg fáa herðindi sum kundu bent á astma. Men felags fyri tey flestu var, at tey fáa bara herðindi tá ið tey kýta seg upp um mjólkarsýrugrensuna, og at tað í familjuni hjá teimum eru fortilfeldi av astmatikarum. Niðurstøðan hjá granskarunum er, at familjusøgan er fremsta orsøk til astma hjá hesum svimjarum, at títtleikin av astmatikarum er størri enn vanliga millum fólk, men tó ikki størri enn í øðrum úthaldnisítróttum. Les swimnews.com
Bretska Joanne Jackson vann bronsu í 400 frí á OL í Beijing, setti heimsmet í greinini í mars 2009, og vann silvur á HM í Rom í august. Men vegna astma mátti hon melda avboð til landsdystin ímóti USA í desember, og síðani er tað bara versnað. Ein samanseting av astma, køldum vetri, influensa og kroniskum biholubetendilsi merkir, at hon hevur ikki kunnað vant meira enn 30-40% av tí sum hon og venjarin halda at hon átti .. og at hon til tíðir hevur havt astma-anføll so ógvuslig, at fysioterapeuturin eftirfylgjandi mátti seta rivjabein upp á pláss aftur, sum vóru hoppað út.
Hon fær ikki trenað startir og styrkivenjing, tí at bringukassin í løtuni er so viðbrekin. Tey geva henni ongan kjans at koma at luttaka á EM í Budapest í august, men tó so fer hon nú at luttaka á úttøkukapping hjá bretum, til Commonweath Games í Delhi í oktober. Ikki fyri at gerast millum favorittarnar, men fyri bara at koma á liðið. Langtíðarmálið er og verður OL í London í 2012, og tað er tí kanska bara gott at hetta hendi so mikið langt frá 2012, so at tey komandi ár kunnu verja seg betur.
Eftir úttøkukappingina í næsti viku verður fundur millum venjara, landsvenjara, ítróttarstjóra og lækna, at gera eina langtíðarætlan fyri Jackson, har læknin sigur at tvey týdningarmestu stigini vera, at fáa røttu medisinsku viðgerð til hana, og at koyra hana á venjingarlegur í heitum londum, tá ið influensafarsóttirnar herja um veturin. Continue reading Jo Jackson er við at forkoma av astma
Belgiskir granskarar hava staðfest leinki millum pinkubarnasvimjing og lungnasjúkuna ‘bronchiolitis’, astma og lungnaovurviðkvæmi sum hoyfepur, líka mikið um talan var um innandura ella uttandura svimjihyl. Sum ikki einaferð mest sannlíkt vegna klorið, ið nýtt verður til at sóttreinsa vatnið við. Teir viðmæla ikki at halda børnini burtur frá pinkubarnasvimjing, men heldur at umganga hyljar sum klora ógvusliga. Sovorðnir hyljar kunnu kennast aftur við at teir lukta ógvusliga av klor, og við tað at teir irritera húð, eygu og háls hjá teimum sum nýta teir. Les reuters.com
Sum nevnt fríggjadagin, so bendir ein nýggj kanning á Bispebjerg Hospital á, at 2 út av 3 elitusvimjarum fáa astma av at íðka sín ítrótt. Danska svimjisambandið ger á heimasíðu sínari viðmerkingar til søguna, sum eg tíverri ikki fái leinkjað beinleiðis til; men sum í stuttum vísa á at talan um ein heilt serliga hóp av svimjarum, heldur enn um ein generellan trupulleika. Continue reading Svar frá SVØM uppá astma-søguna
Ein nýggj kanning á Bispebjerg Hospital bendir sambært tv2.dk á, at tvær út av hvørjum trimum kvinnuligum elitusvimjarum fáa astma av at íðka sín ítrótt. Akkurát hví er ikki greitt, men talið er eftir øllum at døma væl hægri enn í øðrum ítróttargreinum.
Ofta verður sagt at svimjing er gott fyri astmatikarar, tí at luftin í høllini er so heit og slavin. Men í SvømmeKlubben SYD hava fleiri elitusvimjarar nú fingið staðfest astma; og orsøkin verður hildin at vera tann vánaliga luftútskiftingin í Svømmecenter Falster. Tit kunnu lesa um hetta á heimasíðuni hjá TV2 ØST, á heimasíðuni hjá Svømmeklubben SYD, og á heimasíðuni hjá Svømmecenter Falster.
Hendan heimasíða nýtir kennifílur (cookies) til at minnast tínar setingar og undanfarnu vitjanir. Trýst á “GÓÐTAK” til at loyva nýtslu av ØLLUM hesum kennifílum, ella á "Setingar" til at kunna frávelja tær minni týðandi.
Hendan heimasíða nýtir kennifílur til at lætta um nýtsluna av sær. Nakrar eru alneyðugar til at heimasíðan skal kunna rigga rætt, og verða tá goymdar í tólinum hjá tær; meðan aðrar minni týðandi eru til at greina hvussu heimasíðan verður nýtt, at goyma einans um tú gevur loyvi til tess. Til ber at velja hesar seinnu frá, men kann tað tá ávirka hvussu heimasíðan riggar.
Necessary cookies are absolutely essential for the website to function properly. This category only includes cookies that ensures basic functionalities and security features of the website. These cookies do not store any personal information.
Any cookies that may not be particularly necessary for the website to function and is used specifically to collect user personal data via analytics, ads, other embedded contents are termed as non-necessary cookies. It is mandatory to procure user consent prior to running these cookies on your website.
Advertisement cookies are used to provide visitors with relevant ads and marketing campaigns. These cookies track visitors across websites and collect information to provide customized ads.
Performance cookies are used to understand and analyze the key performance indexes of the website which helps in delivering a better user experience for the visitors.
Analytical cookies are used to understand how visitors interact with the website. These cookies help provide information on metrics the number of visitors, bounce rate, traffic source, etc.
Functional cookies help to perform certain functionalities like sharing the content of the website on social media platforms, collect feedbacks, and other third-party features.