Stórsligna “Pieter van den Hoogenband swimming stadium” fær nú sambært hollandswimming.nl nýggjar startskamlar av slagnum Omega OSB11, í sambandi við at tey skulu hýsa EM á stuttgeil í november mánaða. Til nú hevur tað annars bara verið Sloterparkbad í Amsterdam sum hevur haft skamlar, í øllum Niðurlondum, umframt at onkur høll kallað NZE hevur havt tveir til at venja á Men ókey, tey skulu eisini brúka eina rúgvu; heilir 20 av 30 startskamlum verða skiftir út við hesar nýggju, og kanska tí er tað eisini óvist, um tey sleppa at behalda teir eisini eftir EM.
Abc GMA tosar við systir Fran Crippen
Maddy Crippen tosar her við “Good Morning America”, um støðuna nú runt hendingina tá beiggi hennara Fran Crippen doyði í Dubai. Hon klárar tað betri enn Schoulberg, men tað er stadigvekk tungt at lurta at.
Continue reading Abc GMA tosar við systir Fran Crippen
Dick Schoulberg um Fran Crippen
Tiltikni venjarin Richard Schoulberg á Germantown Academy verður her interviewaður av CNN, sum ‘long-term coach of Fran Crippen’. Ávaring, hetta er heilt forferdiliga syrgiligt.
Framúrskarandi úrslit á úttøkustevnuni
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Ungu svimjararnir svumu sum ongantíð fyrr, tá ið úttøkustevna var í Klaksvík her um vikuskiftið. Tilsamans 1 føroyskt met og 7 juniormet vórðu sett, umframt at ein kláraði kravtíð til Oyggjaleikir í summar, ein afturat kravtíð til NJM í desember, og 4 afturat tíðir sum hevði kunnað kvalifiserað tey til NJM, um bara tey høvdu aldur til at kunna luttaka. Tilsamans 9 svimjarar vórðu úttiknir til NJM, og 2 til World Cup.
Avstraliarar blakaðu eina vaskimasku út av 8. hædd í Delhi
Enn ein gøla kemur undan kavi úr Delhi, nú the Guardian skrivar um hvussu avstralskir íðkarar í leypi av endahátíðini á Commonwealth Games valdu at blaka eina vaskimaskinu út av 8. hædd har teir búðu. Ovasti stjórin fyri avstralska ferðaliðnum váttar at hendingin fór fram, og gev nú endiliga gætur at hetta ikki nýtist at hava nakað við avstralsku svimjararnar at gera. Starvsfólk á staðnum klagaðu eisini um at teir (tey?) sungu speirekandi sangir um indiska cricket-spælaran Sachin Tendulkar, sum kundi bent á at talan var um bólthøvd heldur enn klorfiskar.
Fran Crippen doyði í dag á World Cup í Dubai
26 ára gamli Fran Crippen úr USA doyði í dag á FINA Open Water 10K World Cup í Dubai, undir sjálvari kappingini. Luttakararnir løgdu fyrst til merkis við mállinjuna at Crippen manglaði, og svimjararnir sjálvir fóru tí beinanvegin aftur á leiðina at leita, har kavarar funnu hann tveir tímar seinni, við síðstu boyu. Tá høvdu tey áðrenn lagt til merkis, at hann minkaðu um ferðina tá ið tey svumu 3. av 5 umgangum. Besta altjóða úrslit hjá Crippen var bronsa á HM í Rom í 2009. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.
Øgiligar tíðir á úttøkustevnuni í morgun
Heili trý juniormet vórðu sett á úttøkustevnuni í Klaksvík í morgun, umframt at nakrir ungir svimjarar svumu øgiligt í 800 og 1500 frí. Magnus Jákupsson úr HS setti juniormet og undir NJM kravtíð í 200 firvald við 2:12.64, har kravtíðin til at seta juniormet var 2:18.47. Thurið S. Christiansen úr Ægir setti juniormet í 200 bringu við 2:40.30, har metið hjá henni sjálvari frá MU 2010 var 2:41.11. SuSvim gentur settu juniormet í 4×100 blandað við 4:40.52, har metið hjá Ægir frá FM 2010 var 4:41.25.
Continue reading Øgiligar tíðir á úttøkustevnuni í morgun
FINA broytt kravtíðarskipanina til HM í Shanghai 2011
Altjóða svimjisambandið FINA avgjørdi á ráðstevnuni í Urugay herfyri at broyta reglu BL 9.3.6 eitt vet, so at tað nú ber til at senda tríggjar svimjarar heldur enn tveir til heimsmeistarastevnuna í Shanghai, um eingin hevur klárað offisiellu kravtíðirnar. Hartil ber tað nú til at senda tveir svimjarar av hvørjum kyni til HM sum ikki hava klárað kravtíðirnar afturat einum sum hevur kvalifiserað seg, heldur enn bara ein av hinum kyninum afturat tí sum hevur klárað kravtíð. Hetta er sjálvsagt viðkomandi fyri okkum, við tað at kravtíðirnar eru so mikið harðar, at einans Pál Joensen til nú hevur kvalifiserað seg.
Continue reading FINA broytt kravtíðarskipanina til HM í Shanghai 2011
Mellouli luttekur í Dubai
Oussama Mellouli kunnger nú sambært gulfnews.com, at hann ikki bara ætlar sær at luttaka á komandi heimsmeistarstevnuni í Dubai tann 15. til 19. desember, men eisini sær fyri sær ‘a very special performance’: “This competition is a great opportunity for the Arab world to be exposed to such an exciting event. And for me to come and participate in a country that has given me so many friends will be indeed very special.”
Continue reading Mellouli luttekur í Dubai
Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík
NRK Sport skrivar her at olympiski silvurvinnarin og evropameistarin í 100 metra bringusvimjing Alexander Dale Oen nú sjálvur arbeiðir fyri at fáa ein OMEGA OSB11 startskammil settan upp í Sentralbadet í Bergen, so at hann kann venja startirnar betri.
“Det er i starten jeg kan hente inn mest på kortest mulig tid. For oss gjelder det ikke å være på nivå med de andre, men bedre enn de andre. Vi må jobbe med de små tingene, så sitter de på plass til slutt”, sigur Dale Oen, og heldur áfram, “Det er på grunn av det som skjedde på 50 meter bryst i sommer og jeg vil ha mest mulig lik startfase som jeg har i konkurranse. Derfor valgte jeg å kjøpe den”
Continue reading Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík