Bousquet 2 mánaðar karantenu fyri doping

Franska sprintstjørnan Frédéric Bousquet hevur sambært Eurosport.se fingið 2 mánaðar karantenu fyri doping við evninum heptaminol. Bousquet sigur sjálvur, at hann hevur fingið evnið í sær vegna onkran heilivág ímóti hemorridum, sum hann keypti á apoteki uttan at kanna innihaldsyvirlitið nóg væl. Hann varð testaður positiv einaferð í juni mánaða, tá ið hann ikki kappaðist vegna sjúku, og hevur nú fingið bann frá allari svimjing frá 20. september til 20. november. Bousquet sigur sambært L’Equpe sjálvur um hendingina, at ‘har eru ongar linnandi umstøður, eg havi uppborið bannið’.

DSC_0351

11 thoughts on “Bousquet 2 mánaðar karantenu fyri doping”

  1. Har gjørdist hann nr.4 og tað var seinasta leygardag, ikki so?
    Sooo 20. sept. til 20. nov. heldur ikki heilt 😉

    “Lordurin” kemur óiva við onkrum skjótt 😉

    1. Last weekend, Bousquet participated in the inaugural Tiburon Sprint Classic, finishing in fourth place in the special charity event. Swimming World is awaiting verification from event founder Bob Placak on the meet format. If it was sanctioned by a swimming organization, it would likely violate Bousquet’s suspension. Keep checking back for updates.
      http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/25327.asp?q=Fred-Bousquet-Serving-Two-Month-Sentence-for-Positive-Drug-Test

    2. “Event founder Bob Placak told Swimming World today that the event was purely exhibition and not sanctioned by any swimming organization, which would not violate Bousquet’s suspension.”
      http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/25327.asp?q=Fred-Bousquet-Serving-Two-Month-Sentence-for-Positive-Drug-Test—-%3Cfont-color=red%3EUpdated%3C/font%3E

      – Men ahem, er tað lov? Hugsi um hasar superdrakt-stevnurnar sum onkur ætlaði at skipa fyri, har FINA segði at um nakar limur í FINA luttók, so fingu tey lívlangt bann frá øllum sum hoyrir undir FINA.

      – Hetta virkar ikki so nógv ørvísi, at man skipar fyri onkrum eyka svimjitiltakið fyri prominentum svimjarum úr FINA. Gott nokk svumu tey ikki í superdrakt, sum í førinum við Bousquet altso ímeðan tey vóru undir dopingkarantenu (!)

      – Tað sum eg ikki dugi at lesa, er um Bousquet hevur vitað av hesum síðani 1. september, ella um hann onkunsvegna hevur fingið karantenuna við afturvirkandi kraft, og tí ikki visti av tí tá ið hann kappaðist farna vikuskiftið.

      – Og fyri at venda aftur til superdraktirnar: Um Bousquet sleppur at kappast hóast hann er í dopingkarantenu, so burdi verið lag á manni at skipa fyri superdrakt-stevnum sum ‘exhibition meets’

  2. Fyrst sigur ein ‘nadador’: “I read in some reports that he has a bad case of hemorroihds”

    So svarar ein ‘liquidassets’: “That would make sense with heptaminol; and he probably wouldn’t have realized the meds in the ointment would get absorbed systemically. Actually they shouldn’t unless he was using massive amounts…must have been a really bad case. :-P”

  3. “The vasodilator, Bousquet, tested positive for was in a ointment. The drug is called heptaminol and though recently added to the banned substance list, this two-month is suspension is both irrational and extraordinarily invasive. Consequently, Frederick Bousquet’s privacy has been invaded, and his reputation sullied by a drug that that is not even an effective performance enhancing drug in the manner that it was taken. It is also the last drug a sprinter would want to take.”
    http://scaq.blogspot.com/2010/10/frederick-bousquet-quietly-serving-2.html

    1. Bousquet sigur frá byrjan av, at hetta ikki var tann vanligi heilivágurin hann nýtir, so at skriva 8 ár, gevur onga meining hjá hollandswimming.nl 😉

  4. Bousquet was banned for two months by the French Swimming Federation’s anti-doping board, while FINA stepped in to issue a September 20 start to the suspension period. The whole ban is, to some extent, meaningless: the sprinter will not be penalised either by cancelation of results nor by being unable to race. The timing of things means that Bousquet is free to race at French nationals, European s/c championships and world s/c championships should he wish to do so.

    Hann heldur at Bousquet (sum Munoz) sleppur alt ov lætt í mun til Napoleon. Og forrestin Jón, so var hetta í sambandi við stevnuna í Canet 🙂

  5. Góð grein her á The Swimmers Circle, um hvussu svimjiheimurin velur at yppa øksl um dopingina hjá stjørnum sum Bousquet og Munoz, í mun til til dømis hendingina við Napoleon, tí at tað annars vil vera ov vánaligt PR.

    The cynical insinuation here is that Napoleon, while a very good world-class swimmer, is not the international champion that the other two are. Therefore, the powers that be decided that one athlete was worthy of being made an example of, while the other two were too much of a PR risk to hand serious punishment to.

    Eg eri forrestin persónliga ikki samdur við tey sum siga at hetta hjá Bousquet hevur einki uppá seg, av tí at dopingin fer so skjótt úr kroppinum og bla bla bla. Um WADA hevur evni á dopinglistanum sum eru ‘ikki-ordilig-doping’, so eigur WADA at taka støðu til hetta, ikki ein hvør apukattur sum spekulerar uppá um heptaminol er góð doping fyri sprintarar, clenbuterol góð doping fyri súkklarar, og so framvegis. Og so eiga vit hinvegin at taka WADA-reglurnar fyri góða vøru, fyri og ímóti doping.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.