Her er úttøkuskipanin til Sumarmót Íslands 2023, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi hin 10. og 11. juni 2023.

Her er úttøkuskipanin til Sumarmót Íslands 2023, sum verður í Hafnarfirði í Íslandi hin 10. og 11. juni 2023.
Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á langgeil 2023, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 16. til 18. juni 2023. Tilmeldingin fer fram á data.tempus.fo
Vegna avbjóðingar við at fáa fatur á neyðugu flogferðum til Akranesleikar 2023, hevur starvsnevnd SSF valt at broyta hesa ætlan, til heldur at vilja luttaka við einum hópi á Sumarmót Íslands í Hafnarfirði hin 10. og 11. juni 2023. Flogferðir eru keyptar til ein hóp á umleið 15 svimjarar og 3 venjarar/leiðarar, og kanna vit okkum nú uppihald eisini.
Her er úrslitalistin frá AldursBólkaMeistaraStevnuni 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 6. og sunnudagin 7. mai 2023. Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming og her á Swimify
Elisabeth Erlendsdóttir kunnger á Instagram at hon hevur gjørt munnliga avtalu við Georgia Tech, um at í 2024 byrja á universiteti har.
Her eru luttakaralistarnir til AldursBólkaMeistaraStevnuna 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin og sunnudagin hin 6. og 7. juni 2023. Listarnir síggjast eisini her á Swimify. Ætlanin er at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF
Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open Mai 2023, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin 20. og sunnudagin 21. mai 2023. Hendan stevna er síðsti kjansur at klára kravtíð til altjóða stevnurnar hjá Svimjisambandi Føroya í summar – NMU, EJM, HM og EM U23.
Elisabeth Erlendsdóttir kappast hetta vikuskiftið í Ocala í Florida, á stevnuni “Florida Senior Circuit Meet #2” sum svimjifelagið FAST skipar fyri. Hetta er stevna í 50m svimjihyli, sí kunning her
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Akranesleikar 2023, sum verður á Akranesi í Íslandi hin 2. til 4. juni 2023.