Vegna avbjóðingar við at fáa fatur á neyðugu flogferðum til Akranesleikar 2023, hevur starvsnevnd SSF valt at broyta hesa ætlan, til heldur at vilja luttaka við einum hópi á Sumarmót Íslands í Hafnarfirði hin 10. og 11. juni 2023. Flogferðir eru keyptar til ein hóp á umleið 15 svimjarar og 3 venjarar/leiðarar, og kanna vit okkum nú uppihald eisini.
Tíverri eru aldursbólkarnir ikki heilt teir somu til Sumarmót Íslands sum til Akranesleikar, og verður tað tí ein eitt sindur eldri hópur sum fer til Hafnarfjørð, nú frá 13-14 ára aldur og uppeftir. Formliga innbjóðingin kemur allarhelst fyrsta dagin, og kunngera vit so úttøkuskipanina sum skjótast, har kravtíðarskeiðið verður sum til ætlaðu Akranesleikar.
Ætlanin er sum til Akranesleikar, at hetta skal vera eitt tilboð til tey sum tá ikki longu eru úttikin til aðrar altjóða stevnur fyri SSF, hetta summarið.
Vegna SSF
Rókur