Elisabeth Erlendsdóttir kunnger á Instagram at hon hevur gjørt munnliga avtalu við Georgia Tech, um at í 2024 byrja á universiteti har.
Hetta er ikki bara-bara – Georgia Tech er høgt í metum millum amerikonsk universitet, bæði tá ið tað kemur til tað akademiska og tað ítróttarliga.
T.d. hevur Melanie Margalis gingið á skúla har, sum vann gull í 4×200 frí á OL í Rio í 2016, umframt Nic Fink sum vann gull í 50 bringu á HM í fjør.
Melanie Margalis er nú venjari har á Georgia Tech, afturat høvuðsvenjaranum Courtney Shealy Hart sum vann 2 gull á OL í Sydney í 2000.
Og sjálvur hylurin, er tann frá OL í Atlanta í 1996.
Georgia Tech er í bestu deildini (Division 1) í NCAA, bæði hj´a monnum og kvinnum, og er í løtuni styrkismett sum nr 14 í kappingini hjá kvinnum.
Seinast Georgia Tech vann Women’s NCAA Division 1, var í 2016