Havnar Svimjifelag á venjingarlegu í Turkalandi

Í hesum døgum er størsta svimjifelag í landinum, Havnar Svimjifelag, á venjingarlegu í Turkalandi. Fríggjadagin 10. oktober fóru, 21 svimjarar, 4 leiðarar og venjarar, úr Føroyum við Atlantic og fleyg yvir París til Antalya. Liðið verður aftur í Føroyum sunnudagin 19. oktober.

Continue reading Havnar Svimjifelag á venjingarlegu í Turkalandi

EA DEI-ráðstevnan 2025

European Aquatics skipaði nú fríggjamorgunin hin 26. september fyri sínari næstu árligu DEI-ráðstevnu, í Tbilisi í Georgia í sambandi við aðalfundin á sama stað. Eitt eyka “I” fyri Integrity var á skránni til hesa ráðstevnu, og fingu tey lond íroknað Føroyar hartil heiðursprógv, sum hava undirskriva felags DEI-yvirlýsing hjá European Aquatics. Lesið her á europeanaquatics.org

Aðalfundur í European Aquatics

Evropeiska svimjisambandið hevði sín aðalfund í Tbilisi í Georgia nú leygardagin hin 27. september 2025, har størsta mál vælsagtans var ætlaða flytingin av høvuðssætinum úr Nyon í Sveis til Beograd í Serbia. Umboðini fyri Svimjisamband Føroyar, vóru næstforfólkið Alvi Hjelm við føroyska borðið, umframt Rókur í Jákupsstovu sum nevndarlimur í European Aquatics. Lesið meira her á europeanaquatics.org

Photo courtesy of European Aquatics/Tamuna Kulumbegashvili

Forfólkafundur 20. september 2025

Svimjisamband Føroya skipaði nú leygardagin 20. september fyri forfólkafundi, har umboð fyri feløgini og SSF umrøddu ymisk felags viðurskifti. Tað varð ein góður dagur frá 10 til 16, við áhugaverdum innsløgum og góðum kjaki.

Skráin var í høvuðsheitum

Forfólkafundirnir eru nú vanliga í september og januar, um ikki okkurt serligt er áfatt.