Elisabeth kappast á Florida Senior Circuit Meet #2 í Ocala, Florida

Elisabeth Erlendsdóttir kappast hetta vikuskiftið í Ocala í Florida, á stevnuni “Florida Senior Circuit Meet #2” sum svimjifelagið FAST skipar fyri. Hetta er stevna í 50m svimjihyli, sí kunning her

Elisabeth er tilmeldað í 100 og 200 rygg, umframt 50 og 100 frí.

Í gjár var hon við tíðini 2:21:64 nr 1 í 200 rygg, og við tíðini 28.03 nr 6 í 50 frí, umframt at hon við 30.33 í 50 rygg varð nr 2 við liðsvimjingini hjá Bolles í 4×50 blandað. Sí úrslitini her

Eitt yvirlit sæst her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.