Mellouli svimur 200 frí finalu kl 15.33

Mellouli hevði 2. bestu tíð í 200 frí í morgun og skal svimja í finaluni kl 15.33 mótir Ryan Lochte (USA), Nikita Lobintsev (RUS), Paul Biedermann (GER), Shaune Fraser (CAY), Pawel Korzeniowski (POL), Danila Izotov (RUS) og Tommaso D’Orsogna (AUS). Á svimjing.com/live ber til at fylgja við finalunum via Omegatiming.


Continue reading Mellouli svimur 200 frí finalu kl 15.33

Pál í finalu á HM í Dubai

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú fríggjadagin og sunnudagin fer Pál Joensen at luttaka á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Dubai, fríggjamorgun við góðum møguleika at sleppa í finalu sama seinnapart, og sunnudagin við føstum plássi í finaluni. Vónirnar til heiðursmerki eru góðar, við tað at Pál hevur fimtbestu tilmeldingartíð í 1500 frí, í finalu har hann hevur vunnið á flestu hinum í ár.

DSC02013
Continue reading Pál í finalu á HM í Dubai

Startlistin til 1500 er broyttur

FINA hevur nú broytt skránna til 1500 metra frísvimjing á HM í Dubai, so at teir báðir amerikansku Peter Vanderkaay og Sean Ryan nú eru uttanfyri finalupláss, hóast teir upprunaliga høvdu fimtbestu og sættbestu tilmeldingartíð. Vanderkaay hevur fingið broytt sína tíð frá 14:34.03 til 15:03.86, og Ryan sína frá 14:34.98 til 15:04.84, mest sannlíkt tí at teir hava brúkt tíðir umroknaðar frá kapping í 25 yards hyli, heldur enn veruligar 25 metra tíðir. Og Pál Joensen rykkir tí upp um teir báðar, til eina styrkismeting sum nummar 5, heldur enn nummar 7.

DSC02038
Continue reading Startlistin til 1500 er broyttur

Jón og Rókur práta á kamarinum í Dubai

Bjarnason og undirritaði tosa her um jólastemningin á hotellinum, og um nýggja startlistan til 1500 frí. Orsaka at ljóðið er so veikt … eg royni nakað nýtt sum ljóðaði fínt á upptakaranum, at taka eina MP3-fílu uppá og so senda hana til Ipadio, heldur enn at brúka pengar uppá telefon-uppkallið. Ljóðið er fínt um tit skrúva ordiliga nógv upp.

Mellouli, Weber-Gale og van der Burgh dagføra á Twitter úr Dubai

Oussama Mellouli, Garret Weber-Gale og Cameron van der Burgh skriva og leggja myndir á Twitter úr Dubai. Nýggjar dagføringar, ella ‘tweets’, eru at finna í boksini “Tutl og tvætl úr svimjiheiminum” ovast til høgru.
Continue reading Mellouli, Weber-Gale og van der Burgh dagføra á Twitter úr Dubai

Startlistarnir til HM í Dubai eru nú á netinum

Tilmeldingarnar til HM í Dubai síggjast nú her á www.omegatiming.com, har vit lukkutíð síggja Pál sum nummar sjey í 400 og 1500 frí. Við fyrivarni fyri at onkur feilur er í skrásetingini, so merkir tað at Pál í øllum førum er í finaluni í 1500 frí, har 8 sleppa við, og at góður kjansur er fyri at hann kann koma í finaluna eisini í 400 frí.

DSC01941
Continue reading Startlistarnir til HM í Dubai eru nú á netinum