Dagur 2 í Dubai

SMS kl 7:23:

“Tekniskur fundur nú. ‘Role call’ tekur eina øld, 148 lond nú í mun til 114 í Manchester. Ca 800 svimjarar”

DSC01952

4 thoughts on “Dagur 2 í Dubai”

  1. SMS kl 5:47:

    “So situr man aftur í akkreditiationini, tí Jón hevði fingið danska akkreditatión. Tey spurdu um tað bilar, eg spurdi damuna um tað bilti at man kallaði palestinar fyri ísraelitar :-D”

    Apropos… SMS kl 5:51:

    “Ísraelitar hava trupulleikar við at koma inn í landið, sí swimmingworldmagazine.com. Hava vist nokk fingið noktað VISA. Ísraelitar sleppa vanliga ikki inn í Dubai, men tað er OK at hava ísrael-stempul í passinum.

    Eg taki myndir av byggiplássinum uttanfyri. Pál venur.”

  2. SMS kl 8:10:

    “Fyrilestur við prof. Manson, um hvussu draktir verða testaðar. Nokk so áhugavert krav um ‘open mesh structure’. Summi hava roynt at gera draktir sum lukkaðu holini, tá ið tær vórðu strektar. Nú síggja tey royndir at betra um brillur og hettur, serliga hjá monnum. Tey hava sæð eitt stórt dropp í tíðum, men nú er støðan um ikki annað undir kontrol.”

  3. SMS kl 9:00:

    “Tey ætla at avgreiða 800 luttakarar á bara 8 geilum við vanligari startproseduru, innleiðandi og finalur. Tað verður lív, men tey pástanda at tað kann gerast til áðrenn kl 13, allar dagar uttan fyrsta. Tíðirnar hjá Mellouli og Vanderkaay er umroknaðar frá yards, sum ikki er lov sambært FINA reglunum. Spurdir um hvussu tað bar til, var svarið at tey, sum høvdu trupulleikar við tíðum hjá øðrum, kundu senda klagur inn. Tað kunnu tey so eisini vænta sær, veit eg frá fleiri sambondum.

    Nógv meira sandur í luftini í dag, stutt sýni. Arbeiðararnir ganga sum beduinir við turriklæði fyri andlitið. Vit onnur ganga bara og gresja. Hesin bussurin nú er av slagnum frá í gjár. Traðkar og sleppur speedaran sum um hetta var ein ‘rickshaw’.

    Pál er OK. Svam ekstremt væl og lætt í morgun sambært Bjarnasyni. Formtoppurin nærkast. Havi heilsað uppá Glæsner nakrar ferðir, hann sær OK út. Rikke [Møller Pedersen] stakkalin er forkølað og sær tí stressað út.

    Sandurin við høllina luktar av kameli, kanska enntá kamel-trekki. Eg gangi í sandalum.”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.