Ein stutt heilsan higani úr Dubai, nú klokkan fer av 22 í Dubai og tíð tí er at fara í song. Í morgin er tað upp klokkan 8, at venja og at fara á tekniskan fund har evnið garanterað verður eisini buss-sambandið til og frá høllina.
Ein sindur kaotisk byrjan í Dubai
Lend í Dubai
Danmark hølvaði Svøriki av í NJM 2010
Danmark vann dyggiliga norðurlendsku juniormeistarakappingin í Kastrup. Danir vunnu 19 gull, meðan sviar “bert” fingu 4 gull. Victor Bromer vann flest gull heiðursmerki (5).
Continue reading Danmark hølvaði Svøriki av í NJM 2010
Fimm met afturat á NJM 2010
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Magnus Jákupsson setti í morgun føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup svam teinin upp á 2:04.82, har metið hjá honum frá føroyameistarastevnuni í vár var 2:04.99. Birita Debes setti eisini juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:20.30 har metið hjá henni frá úttøkustevnuni í Klaksvík í oktober var 2:23.16. Og tær fýra Jonna B. Thomsen, Cecilia Eysturdal, Birita Debes og Poula Ø. Mohr settu nýtt landsliðsmet fyri juniorar og seniorar í 4×200 frí, við tíðini 8:53.23, har metið frá NJM 2006 var 9:05.20.
Nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí
Tær fýra Jonna B. Thomsen, Cecilia Eysturdal, Birita Debes og Poula Ø. Mohr megnaðu í síðstu kapping hjá føroyingunum á norðurlendsku meistarastevnuni í Kastrup at seta flott nýtt føroyskt landsliðsmet fyri juniorar og seniorar, við tíðini 8:53.23. Hetta er stór betring av metinum frá NJM 2006, sum var 9:05.20.
Magnus 2:04.82 og føroyskt met í 200 rygg
Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á norðurlendsku meistarastevnuni í Kastrup svam teinin uppá 2:04.82, har metið hjá honum frá føroyameistarastevnuni í vár var 2:04.99. Tíðin er sjálvsagt eisini nýtt juniormet, nú hann hevur aldur til tess. Sí úrslitalistan her.
Birita 2:20.30 og juniormet í 200 rygg
Birita Debes setti í morgun føroyskt juniormet í 200 rygg, tá ið hon á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup svam teinin uppá 2:20.30, har juniormetið hjá henni frá úttøkustevnuni í oktober var 2:23.16. Tað rakk til eitt fimtapláss, eitt sindur ergiligt bara umleið 2 sekund frá silvur og bronsu. Sí úrslitalistan her.
Birita og Rókur í tíðindunum í kvøld
Birita Debes og undirritaði tosa her við Kringvarp Føroya í tíðindasendingini í kvøld kl 18 føroyska tíð. Um gullið í Kastrup.
Gongur upp á stás hjá føroyingunum í Kastrup
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Sum onkur viðmerkti nú í kvøld, so eru føroyingarnir klárt fremst, tá ið tað kemur til at betra seg mest á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup. Til nú hava tey sett 1 føroyskt met, 6 juniormet og 2 landsliðsmet fyri juniorar, umframt at øll hava betra seg í minst einari grein.
Continue reading Gongur upp á stás hjá føroyingunum í Kastrup