Tilmeldingarnar til HM í Dubai síggjast nú her á www.omegatiming.com, har vit lukkutíð síggja Pál sum nummar sjey í 400 og 1500 frí. Við fyrivarni fyri at onkur feilur er í skrásetingini, so merkir tað at Pál í øllum førum er í finaluni í 1500 frí, har 8 sleppa við, og at góður kjansur er fyri at hann kann koma í finaluna eisini í 400 frí.
- Oussama Mellouli (TUN), 14:24.71
- Federico Colbertaldo (ITA), 14:25.68
- Mads Glæsner (DEN), 14:26.74
- Sébastien Rouault (FRA), 14:30.58
- Peter Vanderkaay (USA), 14:34.03
- Sean Ryan (USA), 14:34.98
- Pál Joensen (FAR), 14:38.00
- Samuel Pizzetti (ITA), 14:41.29
Sí http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/WSC_DUBAI/C32C_EntryList_40_Men_1500_Free.pdf
1500 metra frísviming er ‘beinleiðis finala’, sum merkir at teir 8 við skjótastu tilmeldingartíð automatiskt fara í finaluna, meðan hinir skulu svimja innleiðandi um morgunin.
Teir 16 bestu í 400 frí eru:
- Oussama Mellouli (TUN), 3:36.80
- Mads Glæsner (DEN), 3:36.82
- Federico Colbertaldo (ITA), 3:38.11
- Peter Vanderkaay (USA) 3:39.39
- Paul Biedermann (GER) 3:39.51
- Ahmed Mathlouthi (TUN) 3:39.98
- Pál Joensen (FAR) 3:40.12
- Charles Houchin (USA) 3:40.46
- Mikhail Polishchuk (RUS) 3:40.55
- Yannick Agnel (FRA) 3:41.42
- Patrick Murphy (AUS) 3:42.02
- Sébastien Rouault (FRA), 3:42.33
- Nikita Lobintsev (RUS) 3:42.46
- Dominik Meichtry (SUI) 3:43.48
- Samuel Pizzetti (ITA) 3:43.82
- Zhongcho Zhang (CHN) 3:46.00
Sí http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2010/WSC_DUBAI/C32C_EntryList_22_Men_400_Free.pdf
Her svimja teir fyrst innleiðandi fríggjamorgunin, fyri síðani at senda átta teir skjótastu í finaluna fríggjakvøld.
Styrkismetingin er nokk so skeiklað av, at tilmeldingartíðir eru loyvdar aftur til fyrst í desember 2009, sum útilokar so gott sum allar aðrar størri meistarastevnur svomnar í ‘superdrakt’, undantikið EM í Istanbul í desember. Evropearar sum Colbertaldo, Glæsner og Joensen hava tí fyrimun av at kunna brúka tilmeldingar frá tá av, meðan nógvir av hinum hava verið noyddir at brúka tíðir frá í ár, tá ið teir sum heild hava svomið spakuligari vegna væntandi superdraktir..
Í 1500 ger tað ikki tann stóra munin hjá Páli, við tað at hann eisini liggur væl fyri í styrkismetingini fyri bara 2010, millum hesar svimjarar. Tað vit bara ikki vildu síggja har, var at onkur kinesari ella líknandi kom inn við eini fantomtíð knappliga nú, sum skumpaði Pál úr finaluni.
Men í 400 er í øllum førum franski Yannick Agnel í so langt niðri á listanum, samanborið við til dømis Glæsner og Joensen. Hesin Agnel og Biedermann eru væl teir sum flest øll fyrst og fremst vænta fara at kappast um gullið í hesi grein, og ein styrkismeting sum nummar 10 til Agnel er tí ikki heilt eftirfarandi.
Men líka mikið, tað verður væl greitt rættiliga skjótt, um onkur hovsa eftirtilmelding knappliga kemur, vegna feil í startlistanum. Síðsta freist at melda frá kapping er formliga á tekniska fundinum í morgin, út yvir at svimjarar hava rætt at melda frá finalu eftir innleiðandi. Vit krossa sjálvsagt fingrar fyri at endaliga styrkismetingin verður sum hendan ella betri, at Joensen sleppur at umboða Føroyar í finalu bæði í 400 og 1500 frí her á HM í Dubai.
Tom Willdrigde á blogguni Speed Endurance hevur Pál sum sítt boð uppá silvurmerkjavinnaran í 1500 frí:
http://speedendurance.blogspot.com/2010/12/world-short-course-swimming.html
Í 400 frí eru tað Biedermann og Agnel, umframt amerikanski Vanderkaay.