Mahmoud ella onkur annar sjafførur og Rókur koyra gjøgnum downtown-Dubai.
Lagið vit hoyra er Black Eyed Peas “The Time (Dirty Bit)”…
Continue reading Rókur koyrir biltúr í Dubai
Glæsner nøgdur við 200 frí mikudagin
Pál svimur í síðsta innleiðandi riðli í morgin
Teir innleiðandi riðlarnir í 400 frí byrja kl 7.13 fø tíð fríggjamorgun. Pál stendur at svimja á geil 3 í 7. og seinasta riðli. Tað verður umleið kl 7.45 eftir øllum at døma. Kappingin verður varpað beinleiðis via Omegatiming á svimjing.com/live.
Continue reading Pál svimur í síðsta innleiðandi riðli í morgin
Russland heimsmet í 4×200 frí
Russiska mannfólkastafettin megnaði í kvøld at seta heimsmet í 4×200 frí, á heimsmeistarastevnuni á stuttgeil í Dubai. Tíðin var 6:49.04, har heimsmetið hjá Kanada frá 2009 var 6:51.05. USA gjørdist nummar 2 við 8:48.68, og Frakland nummar 3 við 8:53.05. Sí úrslitalistan her.
Rókur passar klæðir fyri Pál
Lochte 3:55.50 og heimsmet í 400 blandað
Amerikanski Ryan Lochte gjørdist í kvøld fyrsti einstaklingur sum setti heimsmet, eftir at sonevndu ‘superdraktirnar’ vórðu bannaðar tann 1. januar 2010. Hetta var á HM á stuttgeil í Dubai, tá ið hann í finaluni svam teinin uppá 3:55.50, har heimsmetið hjá ungarska Laszlo Cseh var 3:57.27. Sí úrslitalista her.
Update av kantinum í Dubai
Bara ein stutt heilsan higani, nú vit í morgun hava trenað at koyra taxa út til høllina. Eg havi funnið mær pláss uppi á balkongini nær íslendingunum, meðan hini eru við Pál yviri í venjingarhylinum og venja.
[Houssam our Liaison Officer vísir taxa-sjafførunum veg út í oyðimørkina]
Continue reading Update av kantinum í Dubai
Finalur á Youtube
4 x 100 frí hjá monnum.
Continue reading Finalur á Youtube
Nýtt heimsmet í 4×200 frí
Kinesisku kvinnurnar megnaðu júst nú at seta fyrsta heimsmet yvirhøvur í ár, tá ið tær á HM í Dubai svumu 4×200 metra frísvimjing við tíðini 7:35.94, har heimsmetið hjá Niðurlondum var 7.38.90. Avstralia, Frakland og USA megnaðu eisini at svimja undir tað nú fyrrverandi heimsmetið, sum ávíkavist silvurvinnari við 7:37.58, bronsuvinnari við 7:38.33, og nummar fýra við 7:38.43.
Heilsan úr høllini í Dubai
Endiliga ein video higani úr Dubai. Internetið er so avgjørt ikki verðins best, her í Dubai, líka mikið hvussu høg teirra torn eru.