Avstralia 3:30.98 og nýtt heimsmet í 4×100 frí fyri kvinnur

Avstralsku kvinnurnar settu í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið tær í finaluni á Commonwealth Games svumu teinin uppá 3:30.98. Niðurlond áttu nú farna heimsmetið á 3:31.72, frá HM í Rom í 2009.

Split-tíðir

Australia 2014

  • Bronte Campbell: 53.15
  • Melanie Schlanger: 52.76
  • Emma McKeon: 52.91
  • Cate Campbell: 52.16

Niðurlond 2009

  • Inge Dekker: 53.61
  • Ranomi Kromowidjojo: 52.30
  • Femke Heemskerk: 53.03
  • Marleen Veldhuis: 52.78

Tryggingarfelagið Føroyar og EIK stuðla langhylinum

Tíðindaskriv frá Grunninum Pálshøll

Tryggingarfelagið Føroyar og Eik Banki hava gjørt stuðulsavtalu við Grunnin Pálshøll um nýggja langhylin í Vági, og verða tískil millum stóru stuðlarnar til langhylin í Vági.
Continue reading Tryggingarfelagið Føroyar og EIK stuðla langhylinum

Eitt føroyskt landsliðsmet afturat á NMU 2014

Tær fýra Sára R. Nysted, Vár E. Eidesgaard, Jana Thomsen og Signhild Joensen megnaðu sunnudagin at seta nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×200 metra frísvimjing, tá ið tær á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Bellahøj svumu teinin uppá tilsamans 9:07.09. Landsliðsmetið var 9:18.40, frá NMU 2010. Sí úrslitalistan her.

Signhild Joensen 2:25.22 og juniormet í 200 rygg

Sunnumorgunin megnaði Signhild Joensen úr Ægir at seta stórt nýtt føroyskt juniormet, tá ið hon á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung svam 200 metra ryggsvimjing uppá 2:25.22. Birita Debes átti føroyska juniormetið á 2:30.53, frá Small States stevnuni í Hafnarfirði í 2010. Sí úrslitalistan her.

Føroyskt landsliðsmet á NMU 2014 í Bellahøj

NMU 2014 er í hesum døgum í Bellahøj í Keypmannahavn, sum er norðurlendska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn junioraldur. Tey kappaðust í gjár og fyrradagin, og fara at kappast aftur í dag.

Í gjárkvøldið settu føroysku genturnar Signhild Joensen úr Ægir, Barbara Debes úr FLOT, Jana Thomsen úr Reysti og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag stórt nýtt føroyskt landsliðsmet, tá ið tær í 4×100 metra frísvimjing svumu teinin uppá tilsamans 4:10.88. Metið var áðrenn hetta 4:19.01, sum Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen svumu á NMU 2010.

Genturnar megnaðu við hesum úrsliti at vinna á Íslandi, nú á NMU 2014, sum svumu teinin uppá 4:21.17, og vóru ikki so langt frá Estlandi (4:09.32). Danmark vann gull við tíðini 3:56.14, Svøríki silvur við 4:05.85 og Noregi bronsu við 4:07.30.

Dagur 4 á EJM í Dordrecht

Leygarmorgunin 12. juni royndu allir fimm føroyingar seg í 50 metra hylinum á EJM í Dordrecht, har besta úrslit vóru persónlig met hjá Victoriu Eysturdal í 50 metra frísvimjing, og hjá Alva Hjelm í 800 metra frísvimjing. Hini svumu góðar tíðir sum tó ikki heilt rukku til persónlig met.

  • Victoria Eysturdal 28.50 í 50 frí (40 av 40)
  • Eyðbjørn Joensen 2:00.15 í 200 frí (45 av 47)
  • Ásbjørg Hjelm 1:21.17 í 100 bringu (39 av 39)
  • Óli Mortensen 8:26.18 í 800 frí (20 av 26)
  • Alvi Hjelm 8:28.61 í 800 frí (22 av 26)

Ókey úrslit í Dordrecht í dag

So er næsti dagur farin afturum á evropeisku juniormeistarastevnuni í Dordrecht, og føroysku svimjararnir kláraðu seg bara útmerkað. Eyðbjørn Joensen betraði um sítt persónliga met í 100 metra frísvimjng, tá ið hann svam 54.79 har hansara besta tíð áðrenn hetta var 55.13. Victoria Eysturdal og Óli Mortensen komu niður í móti sínum juniormetum, og Alvi Hjelm eisini niður í móti sínum persónliga meti í 1500 metra frísvimjing.

Føroysku úrslitini í dag

  • Eyðbjørn Joensen 54.79 í 100 frí (55 av 57)
  • Victoria Eysturdal 4:37.23 í 400 frí (41 av 44)
  • Ásbjørg Hjelm 2:51.70 í 200 bringu (38 av 38)
  • Óli Mortensen 15:57.03 í 1500 frí (14 av 22)
  • Alvi Hjelm 16:06.93 í 1500 frí (16 av 22)

Úrslitini frá EJM í Dordrecht síggjast her á ejcswimming2014.com

Ásbjørg og Óli met á EJM í Dordrecht í dag

Europeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjaði í dag í Dordrecht í Niðurlondum, við eisini føroyskari luttøku.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir megnaði at seta føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon svam teinin uppá 35.33 sekund, har føroyska metið var Malan Vitalis Bærendsen 35.34 á DM í 2008, og føroyska juniormetið Ásbjørg 35.44 á Danish Open 2014.

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, tá ið hann svam teinin uppá 3:59.67, har juniormetið hjá honum frá Mare Nostrum í Canet í juni var 4:01.34. Í hesi grein megnaði norski Henrik Christiansen at vinna silvur við nýggjum norskum juniormeti 3:49.60.

Í 100 metra frísvimjing var Victoria Wigant Eysturdal éin hundraðpart frá sínum føroyska juniormeti, tá ið hon svam teinin uppá 1:01.31, har metið hjá henni frá Mare Nostrum í Canet í juni er 1:01.30.

Føroysk úrslit í dag

  • Ásbjørg Hjelm 35.33 í 50 bringu (38 av 39)
  • Victoria Eysturdal 1:01.31 í 100 frí (45 av 45)
  • Óli Mortensen 3:59.67 í 400 frí (24 av 44)
  • Alvi Hjelm 4:06.03 í 400 frí (35 av 44)
  • Eyðbjørn Joensen 4:11.65 í 400 frí (42 av 44)