EM í kappsvimjing verður sjónvarpað beinleiðis á netinum

Evropeiska svimjisambandið, LEN, sendir beinleiðis frá Evropa Meistarastevnuni í Berlin komandi dagarnar. Pál Joensen fer at kappast í 5 km havsvimjing í dag kl 12:30. Svimjarnir byrja ein og ein, sokallað ‘time-trial’, við eitt minutt í millum startirnar. Pál stendur at vera nr 14 í røðini, men vit hoyra úr Berlin, at tey hava gjørt ein nýggjan startlista, har tað stendur, at Pál skal svimja kl 12:35. Kappingin verður at síggja her.

Berlin 2014: Prát við Pál áðrenn 5K á EM

Her er ein samrøða sum eg gjørdi við Pál Joensen fyri løtu síðani, her á Andel’s Hotel í Eysturberlin. Vit tosa um hví Pál velur at luttaka í 5 kilometra ‘open water’ svimjing, og um útlitini sum heild. Evropeiska svimjisambandið lovar live streaming frá øllum EM-greinum her á len.eu.

Katie Ledecky 3:58.86 og nýtt heimsmet í 400 frí

Amerikanska Katie Ledecky setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet fyri kvinnur í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á amerikansku meistarastevnuni í Irvine, California svam teinin uppa 3:58.86. Tað var italska Federica Pellegrini sum áttið metið á 3:59.15, frá HM í Rom í 2009, og Ledecky er nú fyrsta kvinna síðani Janet Evans í 1987 sum eigur heimsmetini í bæði 400, 800 og 1500 frí. Lesið t.d. SwimmingWorld.

Lauren Boyle 15:22.68 og nýtt heimsmet í 1500 frí

Nýsælendska Lauren Boyle setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 1500 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Wellington Winter Championships svam teinin uppá 15:22.68. Meira enn 4 sekund skjótari enn metið hjá sponsku Mireia Belmonte, sum var 15:26.95 frá sponsku stuttgeilameistarastevnuni í november í fjør.

(Lauren Boyle í svørtum, bronsu í 400 frí á HM í Barcelona 2013)
Continue reading Lauren Boyle 15:22.68 og nýtt heimsmet í 1500 frí

Cecilia silvur á NM í Open Water

Cecilia Eysturdal úr Ægir vann í dag silvur á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing, sum er í Vesijärvi vatninum nær Kangasala í Finnlandi. Hetta á 10 kilometra teininum sum hon gjøgnumførdi uppá 2 tímar, 21 minuttir og 59 sekund.

(Heiðursmerkjapallurin í Kangasala. Mads Claussen eigur myndina)
Continue reading Cecilia silvur á NM í Open Water

Útvarp Føroya hin 6. august 2014 um EM í Berlin 2014

Kringvarp Føroya hevði í tíðindasendingini í útvarpinum nú á døgverða eitt brot um EvropaMeistarastevnuna í svimjing 2014, sum verður í Berlin nú 13. til 24. august 2014. Prátað varð við Pál Joensen, um útlitini hjá honum, og tað at hann eisini fer at royna seg í 5 kilometra ‘open water’ svimjing.

Úrslit og myndir frá Ólavsøkusvimjingini 2014

Havnar Svimjifelag skipaði aftur í ár fyri kappsvimjing á Havnarvág, Ólavsøkuaftan hin 28. juli . Tey vóru eini 22 sum lupu á bláman, og 20 sum fullførdu teinin á góðar 400 metrar framvið Molanum, millum rampurnar báðar har úti á Molanum og inni í Krókinum.


Continue reading Úrslit og myndir frá Ólavsøkusvimjingini 2014

Afturlit: Ólavsøkusvimjingin 2013

Her knappar 2 tímar áðrenn Ólavsøkusvimjingin 2014 verður svomin, kunna vit hyggja at hvussu gekst á Ólavsøku í fjør, tá Lív Erlingsdóttir Eidesgaard vann við mettíðini 5:27.8, ið Cecilia Eysturdal setti árið undan, altso í 2012. Í dag eru báðar tilmeldaðar at svimja, og eru tær favorittar at vinna saman við Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag.