Ásbjørg og Óli met á EJM í Dordrecht í dag

Europeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjaði í dag í Dordrecht í Niðurlondum, við eisini føroyskari luttøku.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir megnaði at seta føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon svam teinin uppá 35.33 sekund, har føroyska metið var Malan Vitalis Bærendsen 35.34 á DM í 2008, og føroyska juniormetið Ásbjørg 35.44 á Danish Open 2014.

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag setti føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, tá ið hann svam teinin uppá 3:59.67, har juniormetið hjá honum frá Mare Nostrum í Canet í juni var 4:01.34. Í hesi grein megnaði norski Henrik Christiansen at vinna silvur við nýggjum norskum juniormeti 3:49.60.

Í 100 metra frísvimjing var Victoria Wigant Eysturdal éin hundraðpart frá sínum føroyska juniormeti, tá ið hon svam teinin uppá 1:01.31, har metið hjá henni frá Mare Nostrum í Canet í juni er 1:01.30.

Føroysk úrslit í dag

  • Ásbjørg Hjelm 35.33 í 50 bringu (38 av 39)
  • Victoria Eysturdal 1:01.31 í 100 frí (45 av 45)
  • Óli Mortensen 3:59.67 í 400 frí (24 av 44)
  • Alvi Hjelm 4:06.03 í 400 frí (35 av 44)
  • Eyðbjørn Joensen 4:11.65 í 400 frí (42 av 44)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.