Svenska Sarah Sjöström setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 50 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á svensku meistarastevnuni svam teinin uppá 24.43 sekund, har heimsmetið hjá Therese Alshammar frá HM í Rom í 2009 var 25.07. Hetta er sambært masterskapssidan.se hin 7. størsta betringin av einum heimsmeti nakrantíð, har hin størsta var tá ið Lance Larson afturi í 1960 betraði um heimsmetið í 100 firvald frá 1:01.0 til. 59.0. Sí úrslitalistan her
Magnus eina silvur afturat í Odense
Magnus Jákupsson svam seg í dag til eitt silvurheiðursmerki afturat á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 57.31 sekund. Kevin Witt Christensen vann gull við tíðini 57.12 og Andreas Schiellerup bronsu við 57.32. Sí úrslitalistan her.
Magnus er nú liðugur við sínar kappingar sum einstaklingur á DM, og megnaði hann sostatt hesuferð at vinna sær gull í 50 rygg umframt silvur í 50 firvald og 100 rygg, sum vóru tær tríggjar einstaklingakappingarnar hann luttók í. Hartil var hann við til at vinna sínum liði silvur í 4×100 frí, og kann í morgin vinna eitt heiðursmerki afturat í 4×100 blandað.
Magnus 24.87 og silvur á DM
Magnus Jákupsson svam seg í kvøld til eitt silvurheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 50 metra firvaldasvimjing svam teinin uppá 24.87 sekund. Søren Dahl vann gull við tíðini 24.76, og Morten Klarskov bronsu við tíðini 24.90. Sí úrslitalistan her.
Pál nr 5 á týsku meistarastevnuni í open water
Pál Joensen royndi seg í dag á týsku meistarastevnuni í open water svimjing, og varð hann har nummar 5 í 5 km einkultstarti.
Fleirfaldi heimsmeistarin Thomas Lurz vann greitt við tíðini 53.21.61, og aftanfyri hann vóru tað so eisini týsku Rob Muffels og Andreas Waschburger sum vunnu silvur og bronsu, við ávikavist 54:05.94 og 54:24.31.
Continue reading Pál nr 5 á týsku meistarastevnuni í open water
Magnus 26.30 og danskur meistari í 50 rygg
Magnus Jákupsson bleiv í kvøld danskur meistari í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hann á donsku meistarastevnuni á langgeil í Odense svam teinin uppá 26.30 sekund.
Hann slerdi í kantin við júst somu tíð sum liðfelagin Andreas Schiellerup, og eru teir báðir sostatt báðir danskir meistarar í hesi grein.
Magnus 26.21 og nr 5 í 50 rygg í Manchester
Magnus Jákupsson luttók í morgun í finaluni í 50 metra ryggsvimjing á British Gas International Meet í Manchester, og varð hann har nummar fimm við tíðini 26.21 sekund.
(Magnus Jákupsson á DMK 2013. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Continue reading Magnus 26.21 og nr 5 í 50 rygg í Manchester
Magnus í 50 rygg finalu á British Gas International Meet 2014
Magnus Jákupsson svam seg nú fríggjakvøldið í eina finalu afturat á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing svam fimtskjótastu tíð 26.39.
Har er ikki so langt upp til hin skjótasta Chris Walker-Hebborn sum svam 25.77, og slettis ikki til næstskjótasta Liam Tancock sum svam 26.23, ella Charlie Boldison sum svam 26.24.
Men, tað verður nokk allíkavæl torført at vinna heiðursmerki, tí vit snakka um veruligan heimsklassa, har Liam Tancock er heimsmeistari í hesi grein frá 2009 og 2011.
Persónliga metið hjá Magnusi er 25.63 í hesi grein, sum hann svam á DM á langgeil í 2013. Chris Walker-Hebborn hevur svomið 25.09, og Liam Tancock 24.04, sum er heimsmetið frá HM í Rom í 2009.
Finalan er í morgin árini.
Seks gjøgnumførdu Jóansøkusvimjingina 2014
Suðuroyar Svimjifelag skipaði í kvøld fyri svimjing um Vágsfjørð, sum liður í Jóansøkuhaldinum 2014. Svomið varð 540 metrar frá nýggja langhylinum í Líðini, og yvirum til Polarfrost
Hóast tað fyrr í vikuni frættist at rørsluliðið hjá Havnar Svimjifelag ætlaði at gera nokk so nógv burtúr, so vóru tey tíverri ikki so nógv sum svumu tá ið til stykkis kom, og ein færri sum gjøgnumførdu.
Vinnarar av Jóansøkusvimjingini 2014
Gentur: Cecilia Eysturdal
Kvinnur: Bjørt Samuelsen
Dreingir: Teitur Winther (9 ár)
Menn: 1. Heri Mortensen, 2. Johan Joensen, 3. Magni Mohr.
Jón Bjarnason eigur myndina
Svimjihøllin í Gundadali fær orkusparandi skipan
Tórshavnar Kommuna skrivaði í gjár sáttmála við føroysku fyritøkuna Defined Energy fyri eina orkusparandi skipan, ið endurnýtir 70 prosent av spillhitanum frá brúsuvatninum. Svimjihøllin fer við skipanini at spara 27.000 litrar av olju árliga. Les meira á torshavn.fo.
Mynd: Defined Energy
Magnus 23.28 og bronsu í Manchester
Magnus Jákupsson megnaði fyri løtu síðani at vinna bronsu á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í 50 metra frísvimjing finaluni svam teinin uppá 23.28 sekund.