Her er startlistin til Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum verður í Klaksvík í morgin hin 18. november.
- Startlistin sum tekstfíla: fomm-startlisti-3.txt
- Startlistin sum html-fíla: fomm-startlisti-3.html
Her er startlistin til Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum verður í Klaksvík í morgin hin 18. november.
Sum nevnt í skrivinum um landsliðslegu, so skipar Svimjisambandið nú hóskvøldið hin 16. november fyri kunningarfundi um mentalvenjing, við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.
Continue reading Kunningarfundur um mentalvenjing hóskvøldið 16. november 2017
Svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017.
Vit fáa danska úrvalsvenjaran Bo Jacobsen heim at skipa fyri sjálvari venjingini, og hartil verða innsløg við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.
Continue reading Landsliðslega í Klaksvík 17. til 19. november 2017
Góð video, hendan her, hjá Scottish Swimming !
Tey eru nú liðug við síðsta finalupart á Køge Open 2017, har fleiri føroyingar eisini royndu seg. Og tað varð til nøkur heiðursmerki eisini.
Continue reading Føroysk heiðursmerkir eisini síðsta kvøld í Køge
Óli Mortensen vann fyri løtu síðani gull á DM á stuttgeil 2017, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin við stórum nýggjum persónligum meti á 3:48.67. Og tað var snøgt sagt genialt svomið, frá at vera aftast til fremst hasar 400 metrarnar !
Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gull á DM á stuttgeil 2017, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 24.23 sekund. Hetta var skjótari enn tá ið hann við 24.54 vann gull í somu grein í fjør, men tó eitt sindur frá hansara danska meti á 23.84, og EM-kravtíðini 23.80.
Magnus hevur nú 4 ár á rað vunnið DM-gull í 50 rygg á stuttgeil – við 24.86 í 2014, 24.25 í 2015, 24.54 í 2016 og nú 24.23 í 2017.
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2017, sum verður í Laugardalslaug í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017.
Hartil er Markus Joensen (1996) úttikin fyri kravtíð klárað á DM fyri lið hin 17. desember 2017, og prógvað aftur nú á DM á stuttgeil 2017. Markus hevur sínar røtur í Havnar Svimjifelag, men venur við Lyngby Svømmeklub.
Tey eru í ferð við at avgreiða síðstu innleiðandi riðlar á Køge Open 2017, har summar kappingar samstundis verða avgjørdar sum beinleiðis finalur. Og aftur í morgun vinna føroyingar heiðursmerkir, bæði i Køge og Herfølge.
Continue reading Heiðursmerkir eisini sunnumorgun á Køge Open 2017
Tey hava avgreitt síðsta sett av innleiðandi riðlum á DM á stuttgeil 2017, har føroyingarnir megnaðu at kvalifisera seg til finalur í øllum tí sum teir luttóku í.
Continue reading Óli, Alvi og Magnus í DM-finalur seinnapartin