Óli 3:48.67 og danskur meistari í 400 frí

Óli Mortensen vann fyri løtu síðani gull á DM á stuttgeil 2017, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin við stórum nýggjum persónligum meti á 3:48.67. Og tað var snøgt sagt genialt svomið, frá at vera aftast til fremst hasar 400 metrarnar !

Óli var nevniliga aftast aftaná teir fyrstu 50 og 100 metrarnar, og tað greitt eisini í mun til teir sum koyrdu á har frammi. Men so arbeiddi hann seg upp, 1-2 pláss hvørjar 50 metrar, til hann við síðstu 50 lá fremst og helt tað plássið síðstu tvær longdirnar.

Besta tíð hjá Óla var 3:49.92 áðrenn hetta, frá DM fyri lið í oktober mánaða, og áðrenn tað 3:50.03 frá Swedish Swim Games í 2016.

Flott svomið, og flott svarað aftur, aftaná ein harðan 1500 metur í gjár!

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.