Føroysk heiðursmerkir eisini síðsta kvøld í Køge

Tey eru nú liðug við síðsta finalupart á Køge Open 2017, har fleiri føroyingar eisini royndu seg. Og tað varð til nøkur heiðursmerki eisini.

Alisa Vestergård bronsu í 50 frí ‘útskiljing’ á Køge Open 2017

Í 50 rygg fyri gentur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag bronsu, við tíðini 33.56. Hetta í aldursbólkinum 2005-2006.

Og í somu grein vann Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu í aldursbólkinum 2003-2004, við tíðini 32.30.

Í 100 firvald fyri gentur vann Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjfelag silvur, við tíðini 1:13.94. Hetta í aldursbólkinum 2005-2006.

Í 50 frí fyri gentur vann Kristina í Skála (2005) úr Havnar Svimjifelag bronsu, við tíðini 30.33. Hetta í aldursbólkinum 2005-2006.

Og í somu grein vann Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag bronsu, í heldur modbydeligu ‘útskiljingskapping’, har tey svimja kappinginga umaftur og umaftur, og hvørja ferð taka spakuligasta frá, til bara 2 eru eftir.

Alisa kappaðist í bólkinum fyri tey sum eru fødd millum 1919 og 2004.

Og í 100 bringu fyri gentur vann Sólvá A. Sigurðsson (2002) úr Ægir silvur, við tíðini 1:19.06. Hetta í aldursbólkinum 1919-2002.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.