Signhild tvær ferðir føroyskt met, og bronsu á NM 2017

Signhild Joensen megnaði tvær ferðir at seta føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, umframt at vinna sær norðurlendskt bronsuheiðursmerki á teininum, tá ið hendan kapping varð avgreidd nú á fyrsta degi av NM/NJM 2017 i Reykjavík.

Fyrst svam hon 1:00.91 í innleiðandi riðlunum um morgunin, til at kvalifisera seg til finaluna sama kvøld, og síðani betraði hon aftur um síni met til 1:00.50 í finaluni, sum rakk til bronsu í sera tættari kapping við donsku Sara Sylvest á 1:00.31 og Onnu Brandt Nielsen á 1:00.48.

Sí úrslitalistan her. Signhild átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 1:01:00, frá Ægir-stevnu í oktober mánaða.

Startlisti til FS-stevnuna 25. november 2017

Her er startlistin til FS-stevnuna sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum Fuglafirði í morgin, leygardagin hin 25. november 2017.

Fyriskipararnir heilsa um klokkutíðir:

  • Upphiting til fyrra partin er kl. 12.30 og kapping kl. 13.30 sum áður nevnt.
  • Upphiting til seinna partin er flutt til kl. 15.15 og kappingin til kl. 16.15. Hetta tí tað er nógvar tilmeldingar til fyrra partin

Úrslit frá FOMM 2017

Her eru offisiellu úrslitini frá Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 18. november 2017.

Tilsamans vóru vit 33 íðkarar og 9 lið úr 6 feløgum sum kappaðust tilsamans 103 ferðir í 19 kappingum, og har vunnu tilsamans 60 gullheiðursmerki, 28 úr silvuri og 10 úr bronsu. Continue reading Úrslit frá FOMM 2017