Av tí at so nógv lond hava meldað til 4×100 frí uttan tilmeldingartíð, so eru vit við lutakasti endaði mitt í einum riðli, sum inniheldur alt sum kann grulva og ganga av heimsins bestu liðum, íroknað heiðursmerkjavinnararnar frá HM 2024.

Av tí at so nógv lond hava meldað til 4×100 frí uttan tilmeldingartíð, so eru vit við lutakasti endaði mitt í einum riðli, sum inniheldur alt sum kann grulva og ganga av heimsins bestu liðum, íroknað heiðursmerkjavinnararnar frá HM 2024.
Listin byrjar at leingjast yvir úrslit sum kvalifisera okkum til stuðul úr úrvalsskipanini hjá Úrvali/ÍSF. Við fyrivarni fyri møguligum feilum og forgloymilsum, burdi hetta verið listin beint nú …
Ávaring: Her verður nokk so nógv rokning og hartil í ávísan mun gitingar, til at meta um hvussu nógv Svimjisambandið kann søkja úr Úrvalsskipanini til í 2026. Talan er um nýggja skipan, og vit kenna tí ikki enn allar krókar í henni.
Mix-liðið hjá okkum (2006, SSF) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 4:12.80 og eina plasering sum nr 29 av 38 í 4×100 blandað, nú á HM 2025 í Singapore. Harvið rukku tey málsetningin hjá okkum til hesa stevnu, at klára kravið til stig 2 í Úrvalsskipan ÍSF, sum er topp-32 á HM, EM ella OL. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 2:08.55 og eina plasering sum nr 41 av 47 í 200 blandað, nú á HM 2025 í Singapore. Besta tíð hjá honum nakrantíð, er 2:07.18 frá EM U23 í juni mánaða. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com
Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 31.79 og eina plasering sum nr 53 av 63 í 50 rygg, nú á HM 2025 í Singapore. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 30.67 frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com
Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 8:21.60 og eina plasering sum nr 24 av 26 í 800 frí, nú á HM 2025 í Singapore. Hetta er ruddiliga undir kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com
Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) megnaði í dag at svimja seg til úrslitið 2:04.17 og eina plasering sum nr 32 av 37 í 200 firvald, nú á HM 2025 í Singapore. Hetta er eksakt kravið til at verða á stigi 2 í Úrvalsskipan ÍSF. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) royndi seg í morgun í 100 metra bringusvimjing á HeimMeistarastevnuni 2025 í Singapore, og varð har nr 48 av 56 við tíðini 1:13.19. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com
Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) royndi seg í morgun í 100 metra ryggsvimjing á HeimsMeistarastevnuni 2025 í Singapore, og varð har nr 54 av 56 við tíðini 1:09.15. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com