Hey hey, her er bloggan hjá Nystrand

Og hann er rættiliga ágrýtin eisini, her á metrobloggen.se, har hann millum annað skrivar um at hann ikki heldur at betringarnar nú skyldast doping (til tað er breiddin ov stór á hópinum sum nú svimur nógv skjótari í senn), men at tað kanska er draktirnar, OL árið, ella broytingar í hvussu fólk venja. Har eru eisini myndir og video og frágreiðing um hvussu hann venur, umframt møguleiki at seta ein spurning í viðmerkingunum, um man hevur okkurt á hjarta.

Um at venja við snorkli

Fann hesa áhugaverdu grein á swim.dk, nú eg tilfeldigvís sá at swim.dk hevur snorklar á tilboð. Tað eru WestSwim høvuðsvenjarin Bo Jacobsen og Kristian Mikkelsen hjá swim.dk sum skriva um tað at venja við snorkli, men tað mest áhugaverda er kanska videoirnar við Jon Rud, har man sær hvussu tað veruliga gongur fyri seg. Her niðanfyri ger hann t.d. okkurt øvilsi til at venja kroppslegu:

Continue reading Um at venja við snorkli

Góð ráð frá Ryan Lochte

The New York Times hevur hesa grein í dag um amerikanska Ryan Lochte, har tey serliga práta um hvussu hann venur. Greinin er nokk mest ætlað til motións-svimjarar, men har er tó ein rúgva av áhugaverdum til meira seriøsar eisini 🙂

Her er video av Lochte, tá ið hann setur heimsmet í Melbourne 2007

Continue reading Góð ráð frá Ryan Lochte

Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til svimjistevnu í Vági 28. 29. & 30. mars 2008. Kappingin verður svomin sum ein opin kapping, og úrslitini bólkað til bólk 3, 4, 5 og opnan bólk. Finalurnar eru opnar, altso eingin bólkur. Tilmeldingarfílan kemur seinni í dag. Continue reading Innbjóðing til Susvim stevnu 28.-30. mars 2008

Strekt miðnámsútbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk

Sum tit kunnu lesa her á portalinum, og kanska hoyrdu í Útvarpinum í morgun, so fer Føroya Studentaskúli nú undir strekta students- og HF-útbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk. Skipað verður ikki fyri einum serligum flokki til hesar næmingar, men heldur at teir fáa eina ætlan sum varir eitt ár meira enn vanligu flokkarnir, og so skifta flokk einaferð miðskeiðis í útbúgvingini.

Harvið hava vit nú tveir áhugaverdir leistir til hvussu tú sum svimjari kann fáa tíð til bæði miðnámsútbúgving og ítrótt. Annaðhvørt kanst tú fara til Kambsdalar og ganga í serligum klassa fyri svimjarar, har skúlin hevur sett tíð og orku av til svimjivenjing, og útbúgvingin so annars skal náast innan vanliga tíð. Ella kanst tú lesa í Havn, har tey fyrst og fremst geva miðnámsnæminginum minni at gera í dagligdegnum, og harvið meira tíð tað sum kemur afturat.

Sum tey skriva á Portalinum, so krevur skipanin í Havn, at “eitt ítróttarfelag og avvarðandi ítróttarsamband vátta, at næmingurin telist millum fremstu talent í síni ítrótt, og at viðkomandi nýtir munandi tíð til venjing og íðkan”. Næmingar skulu søkja inn á skúlan sum vant, men hartil leggja bræv við um at tey ynskja at leingja um útbúgvingina. Um umsóknin longu er send, so kann brævið sendast nú eftirfylgjandi. Til ber ikki at skifta aftur til vanliga 3 ára útbúgving, tá ið fyrst næmingurin er farin í holt við strektu útbúgvingina.

“Aqua Camp”, ein áhugaverdur máti at fáa fleiri at svimja

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, so hevur danska svimjisambandið síðani 2004 skipað fyri “Aqua Camp” svimjilegum runt landið, har 7-12 ára gomul børn bæði við og uttan tilknýti til kappsvimjing kunnu fáa ‘eitt gott upplivilsi í vatni’.

Innihaldið á legunum er sovorðið sum vanlig svimjiundirvísing, svimjimerki, lívbjarging, bóltspøl, útspring og synkronsvimjing. Feløgini melda seg til at hava eina sovorðna legu, og svimjisambandið sendir teimum so undirvísingartilfar, hugskot til spøl og ‘merchandise’ at geva børnunum.

Eg giti at ætlanin er bæði at lokka fleiri børn til at svimja, og at fáa eitt sindur av pengum í kassan. Trúgvi eisini at børn sum longu eru í svimjifeløgum hava gott av eini sovorðnari ‘svimjiferiu’, har fokus er fyrst og fremst á at hava tað stuttligt í vatni.

Men týdningarmest beint her og nú, so hevur danska svimjisambandið her bæði tilfar og royndir, sum vit í Føroyum kanska kundu gjørt dælt av. Yngru svimjarar okkara hava flest allir langa summarferiu frá svimjingini, og tað skuldi tí verið lag á manni at brúkt eina viku ella eitt vikuskifti til sovorðið, tá ið venjarar teirra allíkavæl eru tøkir.

Hvat halda tit?

Petur Heðin verður venjari á ítróttarbreytini

Sum tit kunnu lesa her í Norðlýsinum, so verður tað Petur Heðin á Fløtti sum skal standa fyri svimjivenjingunum á ítróttarbreytini hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali komandi skúlaár. Petur Heðin er sum kunnugt høvuðsvenjari hjá Fuglafjarðar Svimjifelag í ár, og hevur drúgvar royndir bæði sum venjari og svimjari. Ætlanin er at svimjivenjingin skal ganga fyri seg í svimjihøllini í Klaksvík.