“Aqua Camp”, ein áhugaverdur máti at fáa fleiri at svimja

Sum tit kunnu lesa her á svoem.dk, so hevur danska svimjisambandið síðani 2004 skipað fyri “Aqua Camp” svimjilegum runt landið, har 7-12 ára gomul børn bæði við og uttan tilknýti til kappsvimjing kunnu fáa ‘eitt gott upplivilsi í vatni’.

Innihaldið á legunum er sovorðið sum vanlig svimjiundirvísing, svimjimerki, lívbjarging, bóltspøl, útspring og synkronsvimjing. Feløgini melda seg til at hava eina sovorðna legu, og svimjisambandið sendir teimum so undirvísingartilfar, hugskot til spøl og ‘merchandise’ at geva børnunum.

Eg giti at ætlanin er bæði at lokka fleiri børn til at svimja, og at fáa eitt sindur av pengum í kassan. Trúgvi eisini at børn sum longu eru í svimjifeløgum hava gott av eini sovorðnari ‘svimjiferiu’, har fokus er fyrst og fremst á at hava tað stuttligt í vatni.

Men týdningarmest beint her og nú, so hevur danska svimjisambandið her bæði tilfar og royndir, sum vit í Føroyum kanska kundu gjørt dælt av. Yngru svimjarar okkara hava flest allir langa summarferiu frá svimjingini, og tað skuldi tí verið lag á manni at brúkt eina viku ella eitt vikuskifti til sovorðið, tá ið venjarar teirra allíkavæl eru tøkir.

Hvat halda tit?