Strekt miðnámsútbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk

Sum tit kunnu lesa her á portalinum, og kanska hoyrdu í Útvarpinum í morgun, so fer Føroya Studentaskúli nú undir strekta students- og HF-útbúgving til tónleikarar og ítróttarfólk. Skipað verður ikki fyri einum serligum flokki til hesar næmingar, men heldur at teir fáa eina ætlan sum varir eitt ár meira enn vanligu flokkarnir, og so skifta flokk einaferð miðskeiðis í útbúgvingini.

Harvið hava vit nú tveir áhugaverdir leistir til hvussu tú sum svimjari kann fáa tíð til bæði miðnámsútbúgving og ítrótt. Annaðhvørt kanst tú fara til Kambsdalar og ganga í serligum klassa fyri svimjarar, har skúlin hevur sett tíð og orku av til svimjivenjing, og útbúgvingin so annars skal náast innan vanliga tíð. Ella kanst tú lesa í Havn, har tey fyrst og fremst geva miðnámsnæminginum minni at gera í dagligdegnum, og harvið meira tíð tað sum kemur afturat.

Sum tey skriva á Portalinum, so krevur skipanin í Havn, at “eitt ítróttarfelag og avvarðandi ítróttarsamband vátta, at næmingurin telist millum fremstu talent í síni ítrótt, og at viðkomandi nýtir munandi tíð til venjing og íðkan”. Næmingar skulu søkja inn á skúlan sum vant, men hartil leggja bræv við um at tey ynskja at leingja um útbúgvingina. Um umsóknin longu er send, so kann brævið sendast nú eftirfylgjandi. Til ber ikki at skifta aftur til vanliga 3 ára útbúgving, tá ið fyrst næmingurin er farin í holt við strektu útbúgvingina.