Nystrand tikið 4 kg uppá (av vøddum)

Ásannandi at serliga stórir svimjarar hava fyrimun av flótievnunum í nýggju draktunum, hevur Stefan Nystrand í vetur tikið uppá 4 kg av vøddum, og stríðist nú við at finna teknikkin aftur. Men nú byrjar ferðin at koma, so at hann nú svimur skjótari enn áðrenn OL í Beijing. Venjarin Anna Forsell heldur at tað fer at taka til HM í Rom áðrenn hann er heilt klárur at brúka sína øktu styrki. Og so er ein heilsan til draktirnar eisini – Nystrand vil helst sleppa av við tær aftur, og aftur í lítlar svimjibuksur, eisini so at áskoðararnir hava nakað at hyggja at 🙂

Á nei, Nystrand sigur langt tá ið tú ert ungur og so ‘hygg’ tá ið tú ert vaksin

Stefan Nystrand skrivar her í bloggu síni um hetta at venja nógv ella minni:

Jag simmar 25000 i veckan för att det är bäst för mig personligen. Det innebär inte att det funkar för alla. Vi har provat under åren med längre och kortare och det funkar inte för mig helt enkelt. Jag har simmat min beskärda del av 50-75000 veckor, för inte mindre än 4 år sen till och med när jag var i landslaget. Jag är onekligen mycket bättre nu än vad jag var då.

När jag var yngre så simmade jag jättemycket meter och massa landträning. Ingen sprint eller styrketräning fram till dess jag var 18 år. Det har nog hjälpt mig och jag tror inte jag skulle vara så bra om jag körde som jag kör nu när jag var 13 år!

Continue reading Á nei, Nystrand sigur langt tá ið tú ert ungur og so ‘hygg’ tá ið tú ert vaksin

Hey hey, her er bloggan hjá Nystrand

Og hann er rættiliga ágrýtin eisini, her á metrobloggen.se, har hann millum annað skrivar um at hann ikki heldur at betringarnar nú skyldast doping (til tað er breiddin ov stór á hópinum sum nú svimur nógv skjótari í senn), men at tað kanska er draktirnar, OL árið, ella broytingar í hvussu fólk venja. Har eru eisini myndir og video og frágreiðing um hvussu hann venur, umframt møguleiki at seta ein spurning í viðmerkingunum, um man hevur okkurt á hjarta.

Stefan Nystrand um EM finaluna í 100 frí

YouTube brúkarin simma123456 hevur verið raskur at ‘videoblogga’ frá EM í Eindhoven. Á videoini her niðanfyri hoyra vit samrøðu við Stefan Nystrand, meðan hann fær massagu eftir at hava vunnið silvur í 100 frí. Eftir øllum at døma var tað mest tað at fáa bank við 9 tíggjundapørtum, sum gjørdi at hann og Magnini sóu so ónøgdir út á heiðursmerkjaplattinum.

Continue reading Stefan Nystrand um EM finaluna í 100 frí

Er tað gjørligt at svimja 47.91, um man bara venur 20 km um vikuna?

Hetta er stóri spurningurin á kjaksíðum innan svimjing, nú Stefan Nystrand í august svam langbana 100 frí á 47.91, næstskjótasta tíð nakrantíð, samstundis sum hann sigur seg ongantíð venja meira enn 20.000 metrar um vikuna, umframt 2 ferðir landvenjing. Lesið t.d. her og her á timedfinals.com, her á CollegeSwimming.com, og her á kjaksíðuni hjá ‘The Race Club‘. Hatta er alt á enskum, men Nystrand forklárar eisini sjálvur ymiskt her á svenskum, í SvD.
Continue reading Er tað gjørligt at svimja 47.91, um man bara venur 20 km um vikuna?

Kappingarneytarnir hjá Nystrand undrast men ivast

Stjørnurnar á 100-teininum undrast sambært hesi grein í SwimNews á at Stefan Nystrand kundi svimja so skjótt longu nú, tá ið tað enn er langt til OL í Beijing. Teir halda at tað má vera tekin uppá ov lítla tunga venjing beint nú, og tað tí er ivasamt um Nystrand kann møta á OL við líknandi formi.

Pieter van den Hoogenband viðgongur at hann ikki kann svimja 45.83 á stuttbana nú, og at hann yvirhøvur bara kann svimja harum einar 2-3 ferðir um árið, men at hann nokk skal vera klárur á langbana í Beijing. Sama sigur kanadiski Brent Hayden, at hann hansara venjingarnøgd í løtuni ikki loyvir honum at svimja so skjótt, men at alt tað broytist til OL. Og italski Filippo Magnini sigur seg beinleiðis vera róligur, at Nystrand ómøgliga kann halda handan formin teir komandi 9 mánaðirnar, við so lítlari venjingarnøgd sum Nystrand hevur.

Nystrand venur nevniliga ikki meira enn 20 km um vikuna, har hinir lættliga hava tað trífalda. Magnini flennti í samrøðurni og segði at hann svam 13-14 um dagin. So stóri spurningurin er nú um Nystrand fer at kunna svimja so skjótt, ella um hinir hava rætt at hann ikki kann halda seg á slíkum støði við so lítlarni venjing. Livst so spyrst.

Nystrand ætlar sær at seta heimsmet nú

Sviin Stefan Nystrand er ikki bangin av sær, nú hann meldar út at hann ætlar sær at taka stuttbanaheimsmetið í 100 frí frá suðurafrikanska Roland Schoeman, á World Cup stevnuni í Berlin 16.-17. november 2007. Metið er 46.25. Kanska man átti at farið ein túr til Berlin at hugt at svimjing 🙂