He he he, livetiming.se svaraði til beint nú í áðni “På grund af ikke tekniske problemer er stævnestart udsat til 16.20”. Gud viti hvat tað er, ‘ikki tekniskir trupulleikar’.
Category: Kapping
So-so tíðir á DHM í morgun
Pál Joensen svam 200 frí í tíðini 1:53.06, har hansara føroyska met er 1:51.79. Elspa Mørkøre gjørdist nr 2 í 200 rygg við tíðini 2:16.20, har hennara føroyska met er 2:15.15. Men OK, hinvegin svam Pál 200 bringu í tíðini 2:28.09, og Elspa svam 100 rygg á 1:02.81 í 4 x 100 blandað stafettini, har hennara føroyska met er 1:03.78. Continue reading So-so tíðir á DHM í morgun
Pál svam 2:10.34 í 200 firvald
“We meet again!”, hava teir báðir Pál Joensen og Jon Rud nokk hugsað, tá ið teir møttust til at skula svimja á geil 3 og 4 í riðli 3 í 200 firvald. Í 1500 frí í morgun vann Pál klárt; men hesa ferð var tað Jon sum slapp at smyrja hin av, hóast hann (Rud) ikki varð nr 1 í riðlinum (tað var Anders Frahm við 2:00.58), og hóast Pál svam undir føroyska metið. Continue reading Pál svam 2:10.34 í 200 firvald
Flottar undirvatnsmyndir frá Eindhoven
Reuters hevur eina áhugaverda grein her á bloggu síni, um hvussu ein professionellur myndamaður tók undirvatnsmyndir á evropeisku meistarastevnuni í Eindhoven. Einar 122 myndir hjá honum kunnu síggjast her á Reuters, ið klárt vísa armtaksteknikk og annað hjá nøkrum av størstu svimjistjørnunum í heiminum.
Libby Trickett undir 24 í 50 frí
Avstralska Libby Trickett (fødd Lenton) hevur í morgun við tíðini 23.97 sett nýtt langbana heimsmet í 50 frí hjá kvinnum, og er harvið fyrsta kvinna undir 24 sekund í 50 metra hyli. Harvið eru átta heimsmet sett á avstralsku úttøkumeistarastevnuni til olympisku leikir; tvey fleiri enn á teirri annars framúrskarandi evropeisku meistarastevnuni. Lesið her á SwimNews.
Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun
Tað er kapping nr 7 á Danske HoldMesterskaber í morgun, og Pál skal svimja í riðli 3 av 4. Til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se. Pál vinnur mest sannlíkt teir 1500, av tí at Mads Glæsner ikki svimur; men tað sæst ikki á skránni, við tað at feløgini sjáldan melda til við tilmeldingartíðum á DHM. Danska juniormetið (hjá Glæsner) er 14:50.72, og seniormetið 14:45.16 Continue reading Pál Joensen svimur 1500 frí á DHM í morgun
Enn eitt heimsmet í 50 frí til Eamon Sullivan
Hann svimur nú 21.28 í 50 frí á langbana, har hann í gjár ‘bara’ svam 21.41 og Alain Bernard sunnudagin setti heimsmet við 21.50. Alexander Popov átti metið á 21.64 frá 1. juni 2000, áðrenn Sullivan byrjaði við 21.56 tann 17. februar í ár, eftir síðani desember 2006 at hava havt eina bestu tíð á 22.00. Øll metini hjá Sullivan og Bernard eru sett í nýggju Speedo LZR Racer draktini. Lesið her á SwimNews.
Continue reading Enn eitt heimsmet í 50 frí til Eamon Sullivan
Startlistin til Susvim stevnuna komin
Sí viðfestu fílu og á www.susvim.com. Pál Joensen er upptikin av Danske HoldMesterskaber í Danmark, men restin møtir rættiliga væl upp úr Susvim, FS, HS, FLOT og Reka.
2 heimsmet sett í Avstralia í dag
Libby Trickett (fyrr Lenton) hevur sett langbana heimsmet í 100 frí hjá kvinnum við tíðini 52.88, og Eamon Sullivan hevur sett heimsmet í 50 frí hjá monnum við tíðini 21.41. Harvið eru nú 6 heimsmet sett á avstralsku úttøkustevnuni til OL, ella líka so nógv sum á evropeisku meistarastevnuni tilsamans. Lesið her og her á Swimnews.
Video av teimum 50 hjá Sullivan
Og av teimum 100 hjá Trickett
Kanada sett bann ímóti nýggju Speedo draktunum
Kanadiska svimjisambandið hevur sett bann ímóti nýtslu av hesum nýggju Speedo LZR Racer draktunum á kanadisku úttøkustevnuni til olympisku leikir; fyrst og fremst tí at øll ikki hava møguleika at skaffa sær eina til stevnuna, men eftir øllum at døma eisini tí at tær eru so dýrar. Í Bretlandi hava tey trupulleikar av at landsliðssvimjarar hava fingið draktir, meðan onnur ikki kunnu náa at fáa eina áðrenn teirra úttøkustevnu. Og amerikanska NCAA ætlar eisini at forbjóða draktunum, til hon er tøk hjá øllum. Continue reading Kanada sett bann ímóti nýggju Speedo draktunum