2 heimsmet sett í Avstralia í dag

Libby Trickett (fyrr Lenton) hevur sett langbana heimsmet í 100 frí hjá kvinnum við tíðini 52.88, og Eamon Sullivan hevur sett heimsmet í 50 frí hjá monnum við tíðini 21.41. Harvið eru nú 6 heimsmet sett á avstralsku úttøkustevnuni til OL, ella líka so nógv sum á evropeisku meistarastevnuni tilsamans. Lesið her og her á Swimnews.

Video av teimum 50 hjá Sullivan

Og av teimum 100 hjá Trickett

Gomlu metini eru snøgt sagt sorað sundur hesa seinastu tíðina. Týska Britta Steffens átti metið í 100 frí á 53.30, sum hon setti í 2006, og Alex Popov átti í átta ár metið í 50 frí við tíðini 21.64, til fyrst Sullivan betraði um tað til 21.56 í februar, og síðani Alain Bernard til 21.50 her í vikuskiftinum.

2 thoughts on “2 heimsmet sett í Avstralia í dag”

  1. Nú skrivar SwimInfo eisini um metini, og tey eru røsk at gera yvirlit yvir framgongdina í metunum.

    Um vit hyggja at kvinnunum í 100 frí, so er týðiligt at tær hava havt stóra framgongd síðani Kristin Otto svam dopað í 1986.

    • 54.73 Kristin Otto GDR Madrid 8/19/1986
    • 54.48p Jenny Thompson USA Indianapolis 3/1/1992
    • 54.01 Jingyi Le CHN Rome 9/5/1994
    • 53.80 Inge de Bruijn NED Sheffield 5/29/2000
    • 53.77sf Inge de Bruijn NED Sydney 9/20/2000
    • 53.66sf Libby Lenton AUS Sydney 3/31/2004
    • 53.52sf Jodie Henry AUS Athens 8/18/2004
    • 53.42sf Libby Lenton AUS Melbourne 1/31/2006
    • 53.30 Britta Steffen GER Budapest 8/2/2006
    • 52.99 Libby Trickett AUS Sydney 3/27/2008

    Og mennirnir eru eisini komnir langt í 50 frí síðani 1986. Leggið til merkis hvussu langa tíð metið hjá Jager stóð til Popov tók tað, og hvussu leingi tað so hevur staðið eftirfylgjandi (til nú)

    • 22.33 Matt Biondi USA Orlando 6/26/1986
    • 22.33 Matt Biondi USA Clovis 7/30/1987
    • 22.32* Tom Jager USA Brisbane 8/13/1987
    • 22.23 Tom Jager USA Orlando 3/25/1988
    • 22.14 Matt Biondi USA Seoul 9/24/1988
    • 22.12 Tom Jager USA Tokyo 8/20/1989
    • 21.98p Tom Jager USA Nashville 3/24/1990
    • 21.81 Tom Jager USA Nashville 3/24/1990
    • 21.64 Alexander Popov RUS Moscow 6/1/2000
    • 21.56 Eamon Sullivan AUS Sopac 2/17/2008
    • 21.50sf Alain Bernard FRA Eindhoven 3/23/2008
    • 21.41sf Eamon Sullivan AUS Sydney 3/27/2008
  2. Í fyrstu 4. hvørt tak, men síðani næstan allatíð 2. hvørt tak (til vinstru). Ringt at síggja á hasari videoini ‘heim aftur’, men eg haldi meg telja í minsta lagið 30 andingar tilsamans.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.