“We meet again!”, hava teir báðir Pál Joensen og Jon Rud nokk hugsað, tá ið teir møttust til at skula svimja á geil 3 og 4 í riðli 3 í 200 firvald. Í 1500 frí í morgun vann Pál klárt; men hesa ferð var tað Jon sum slapp at smyrja hin av, hóast hann (Rud) ikki varð nr 1 í riðlinum (tað var Anders Frahm við 2:00.58), og hóast Pál svam undir føroyska metið.
Splitt-tíðirnar hjá teimum báðum:
50: Jon 27.59, Pál 29.40
100: Jon 58.58, Pál 1:02.97
150: Jon 1:30.35, Pál 1:36.79
200: Jon 2:01.88, Pál 2:10.34
Úrslitalistin sæst her á livetiming.se. Elspa Mørkøre svam seg forrestin til eitt triðjapláss í 200 blandað við tíðini 2:16.94, sum er klárt undir tíðina sum hon royndi at klára áðrenn árskiftið, til at kunna eiga danskt juniormet.