Manaudou velur kærleikan fram um svimjing

Ok, nú hava tey slatrað glamour-aktigt í skjótt eina viku, og eg má tí heldur skriva okkurt um tað her eisini. Franska svimjistjørnan Laure Manaudou hevur valt at gevast við venjingini í Fraklandi, fyri heldur at búgva í Italiu og royna at fáa børn saman við sjeiki sínum. Hon roynir at finna eitt felag har at venja við, men tað er løgið nokk torført, hóast hon jú er heimsmeistari í 200 og 400 frí.

Leygardagin tráspurdu franskir fjølmiðlar Manoudou, í sambandi við at hon var farin at vitja sjeikin hjá sær í Italia. Hon segði at hon ikki ætlaði sær at flyta til Italiu, men longu mánadag væntaðu fjølmiðlar at fáa eina fráboðan um at hon fór at flyta. Stóri spurningurin var sjálvsagt eisini um hon fór at droppa venjaran Philippe Lucas, sum hon annars hevur vant hjá í nógv ár.

Týsdag fortelur hon so alment at hon gevst við venjingini í Frankaríki, fyri at búgva hjá sínum stóra kærleika Luca Marin, sum hon ætlar sær at fáa barn við. Og at hon nú leitar eftir einum nýggjum venjara í Italia. Sjeikurin svimur eisini á høgum støði, men venjarin har vil ikki røra Manaudou, fyri ikki at gerast óklárur við franska svimjisambandið. Í øllum førum ikki uttan so at hon skiftur nationalitet til Italia (sum um at tað skuldi gjørt franskmenn glaðari).

Tað nýggjasta er so at hon í dag flýgur aftur til Fraklands, í privatflogfari saman við sakførara sínum, fyri at fara at tosa við sín gamla venjara og umboð úr svimjifelagnum í Canet. Ein pressukonferensa verður so aftaná.

Popov flytir til Føroya

Eg frætti nú frá okkara liði í Avstraliu, at ein tann kendasti svimjarin yvirhøvur, Alexander Vladimirovich Popov, seriøst umhugsar at flyta til Føroya og búseta seg í Runavík. Hetta tí at hann ynskir at vera meira saman við gentuni hjá sær, sum býr í Føroyum.

Alexander Popov var ‘kongur’ í sínum døgum, sum faktiskt ikki eru so nógv ár síðani. Vann OL gull í 50 og 100 frí í Sydney 1992, og í 50 og 100 frí í Atlanta 50 og 100 frí, umframt silvur í 100 frí í Sydney 2000. Hann er eisini fleirfaldur heimsmeistari, og vann m.a. 50 og 100 frí í Barcelona so seint sum í 2003. Og hevur enn heimsmetið í 50 frí á langbana (50 metrar).

Popov verður ofta brúktur sum demonstratión av ‘perfektari’ sprint-frísvimjing, sum hann lærdi uppá tann harða mátan í Moskva, ta tíð hann vandi har. Venjarin Gennadij Touretski var sum ein heykur yvir honum, og plagdi faktiskt at senda hann upp og heim frá venjing, um ikki hann svam 100% rætt. Og tað kastaði so væl av sær seinni.

Seinni flutti hann (og venjarin) til Avstraliu, at venja nøkur ár saman við millum øðrum polsk-avstralska Michael Klim. Og seinni flutti hann (og Touretski) so aftur til Sveits, har hann er búsitandi í løtuni.

Tað var í Sveits at hann og unnusta hansara møttust, fyri umleið einum ári síðani. Adina Aprijlnova er eisini úr Russlandi, men hevur seinastu árini arbeitt á Bakkafrost á Glyvrum, har hon trívist væl. Nú ynskja tey so at flyta saman; men hvørgin av teimum vil flyta aftur til Russlands, og Adina fær ikki loyvi at búseta seg í Sveits. So tí verður tað Runavík.

Vit vita einki um hvussu vítt føroyska svimjingin fær nakað burtur úr, at Popov flytir hendan vegin. Í fyrstu atløgu ætlar hann sær bara at búgva her og annars arbeiða uttanlands, sum væl ber til við tað at hann mest fæst við at hava ráðstevnur um svimjing og ítrótt sum heild.

Men vit hava væl loyvi at vóna. Kanska tekur Runavíkar Kommuna sær um reiggj, nú tað fer at frættast at ein tann størsti svimjari nakrantíð býr í einari kommunu har størsti svimjihylur ikki rúmar meira enn ein hálvan fólkaskúlaflokk í senn. Kanska Popov fæst at virka sum okkurt slag av ítróttarráðgeva hjá SSF ella ÍSF, við tað at hann hevur universitetsprógv í ítrótti.

Og hvør veit – kanska flytir Touretski við 🙂

Elvir svimjing til astma ?!?

Ofta verður sagt at svimjing er gott fyri astmatikarar, tí at luftin í høllini er so heit og slavin. Men í SvømmeKlubben SYD hava fleiri elitusvimjarar nú fingið staðfest astma; og orsøkin verður hildin at vera tann vánaliga luftútskiftingin í Svømmecenter Falster. Tit kunnu lesa um hetta á heimasíðuni hjá TV2 ØST, á heimasíðuni hjá Svømmeklubben SYD, og á heimasíðuni hjá Svømmecenter Falster.

Hygg ein røð av svimjivideoum á Dagbladet.no og NSF

Norska svimjisambandið og avísin Dagbladet hava gjørt eina áhugaverda røð av teknikk-videoum saman, sum kunnu síggjast fyri einki á svomming.no og dagbladet.no. Talan er tó um nokk so grundleggjandi øvilsi, sum tey flestu av okkum hava roynt, um vit yvirhøvur hava verið í nærheitini av einum svimjifelag. Men góðskan er góð, svimjararnir tveir bestu í Noregi, og tað er jú heldur ikki so galið at vita at man ger tað hampuliga rætt 🙂

Alt er so mikið opið hjá teimum, at eg faktiskt fái lagt tað her á heimasíðuna. So her er fyrsti partur í røðini …

Gev gætur at myndin er her rættiliga nógv minni enn tann sum verður víst á dagbladet.no, men líka stór sum tann á svomming.no. Tey hava gjørt 9 partar inntil nú, og ætla sær at leggja sær ein part út afturat hvønn sunnudag, fram til 1. apríl, so at teir verða 13 tilsamans.

Hetta er liður í einum motiónstiltaki kallað “Svøm deg til Island“, sum norska svimjisambandið skipar fyri á hvørjum ári, til at fáa fleiri fólk at svimja. Øll áhugað kunnu fáa eitt kort í svimjihallunum runt landið, har tey síðani fáa skrásett hvussu ofta tey svimja, í so og so nógva tíð. Aftaná er lutakast millum tey luttakandi, har børnini kunnu vinna ein túr til okkurt ‘vandland’ í Noregi, og tey vaksnu ein túr til Íslands (pheew, so skuldu tey ikki svimja haryvir allíkavæl).

Partarnir eru upplistaðir á hasari fyrrnevnu síðuni á svomming.no. Men við tað at myndin sum sagt er eitt sindur størri á dagbladet.no, og valmyndarskipani har tíverri syndarlig, so havi eg leitað tær fram og listi tær upp her niðanfyri:

  1. Basisøvelser
  2. Brystbensparket
  3. Bryst – armtakets første del
  4. Bryst – armtakes siste del
  5. Brystsvømning i hele teknikken
  6. Vending i brystsvømning
  7. Crawl – rotasjoner og pusting
  8. Crawl – bensparket
  9. Crawl – armtaket
  10. Saltovending
  11. Ryggsvømming – grundprinsipper
  12. Ryggsvømming – armtaket
  13. Gratis treningstips fra Norges beste svømmere!