Svim fyri lívinum – Eitt hugskot

Er hettar ikki nakað okur eiga at royna í Føroyum ?

A campaign to get every child in New Zealand to be able to swim 200 metres confidently by the age of 12 has been backed by the scouting movement.

The Swim For Life initiative – developed by Water Safety New Zealand, the New Zealand Recreation Association and the New Zealand Swim Coaches and Teachers Association of New Zealand – wants to encourage more children to learn and develop swimming and water survival skills.

And Scouting New Zealand is happy to help: it will pass the message on to no fewer than 14,000 children a year. A great base for the talent spotters at the helm of New Zealand’s swim programme.

Kelda: SwimNews

Hvussu nemt hevði tað ikki veri at koyrt eitt líknandi program í Føroyum. Eg hómi eitt gullnám goymt í einum líknandi tiltaki. Hugsi kanska at genturnar skuldi veri upp til 10 ár, og dreingirnar upp til 12 ár. Skúlarnar í Føroyum eru nok so vælvirkandi tá ið okur práta svimjiundirvísing. Og hettar er kanska ein eyðka motivitaion til svimjilærarar. Jú tað skal roynast, og SSF má við uppá vognin. Svimjifeløgini høvdu funni nógv talentir á hendan hátt, og SSF kundi kanska byrja uppá eitt organisera smáunglinga útviklingsprogram av álvara. Kanska 2-4 vikuskiftir um ári, har tey bestu í hesum aldri møtast til felagsvenjing. Eitt OL program sum okur kenna tað úr øðrum londum. Tey vera fyrireika uppá fyrst DÅM, so NJM og so koyrur tað bara. Hvat siga tykur, høvdu okur klára tað ?

Eitt stopp-ur at seta á veggin

Svømmespecialisten hevur eitt stopp-ur til sølu her fyri DKK 448 uttan MVG, sum tú setur á veggin og so bara setur hondina á sum á eini el-tíðtakingarplátu, hvørja ferð tú vilt hava eina tíð. “Hele uret fungerer som én knap, der berøres i vendingen uden at du behøver at stoppe op”. Urið er sjálvsagt vatntætt, og kann súgva seg til veggin bæði yvir, í og undir vatnskorpuna.

ÚF prát við Brian Marshall í kvøld

Útvarpið hevði áhugavert prát við nýggja landsliðsvenjaran Brian Marshall í kvøld, í sambandi við fyrstu landsliðslegu hansara í Klaksvík nú í vikuskiftinum.

Eftir øllum at døma eru ætlanirnar hjá honum at samansjóða føroyska landsliðsarbeiðið við arbeiðið hjá íslendingum, har hann eisini er landsliðsvenjari. Hann fer at hava eina fýra landsliðslegur í Føroyum hetta svimjiárið, umframt at egnaðir føroyingar sleppa til Íslands at venja við íslendska landsliðnum. Tey fyrireika eisini eina felags luttøku á stevnu sunnanfyri í summar.

Hann tosaði eisini um innihaldið á landsliðsleguni nú í vikuskiftinum. Hann hevur onkur videodømi við av góðum teknikki, og ætlar sær annars at kanna landsliðssvimjararnar við onkrum serligum telduforriti .

Hví gevast svimjararnir?

Danski elitusjefurin Lars Sørensen hugleiðir her í bloggi sínum á svoem.dk, um hví so nógvir svimjarar gevast tá ið tey náa umleið til studentaskúlaaldur.

Hann spyr um trupulleikin ikki liggur í ‘tríeinigheitini’ skúli, svimjing og familja/vinir. At tað ikki bara vegna skúlating er hart at skifta frá fólkaskúla til studentaskúla, men eisini tí at familja og vinirn trekkja meira og meira, samstundis sum svimjivenjingin verður meira tíðarkrevjandi. Og argar so við at spyrja, um tað yvirhøvur ger nakað at svimjarar gevast, tá ið teir innsíggja at teir allíkavæl ikki fara at koma á landsliðið.

Hann vísir á tilfar frá einum donskum kraftsentur-fundi herfyri, har tey viðgjørdu hetta evni. Ein Søren Østergaard hevði eina Powerpoint framløgu um hvussu ungdómurin yvirhøvur er í hesum aldri, og á eitt felags skriv um hvat luttakararnir hildu um orsøkirnar til fráfall, í bólkaarbeiði á fundinum.

Stutt sagt, so sær tað út til at luttakararnir hildu at orsøkin til fráfall var at finna í skúlaskiftinum, í ‘lívsrytmuni’, og í samspælinum við venjara og aðrar svimjarar. Svimjararnir hava brúk fyri at síggja eina meining við venjingina, at teir hava týdning fyri liðið, og at venjarin er búgvin til at venja slíkar svimjarar. Økonomiin hevur sjálvsagt eisini týdning, við tað at svimjingin minkar um møguleikan fyri frítíðarstarvi.

Reint praktiskt vóru uppskot til at minka um fráfallið, at skapa meira ‘race’ í kappingunum, fleiri kappingar millum svimjifeløgini (sum vit forrestin yvirhøvur ikki hava í Føroyum, uttan hetta at telja upp heiðursmerki), at hava stytri men títtari stevnur, at hava eitt DM fyri ung (ok, vit hava UM), at leingja um junioraldurin, og at seta í verk eitt ‘meiningsfult’ B-landslið við reellum aktivitetum.

Hvat halda tit? Persónliga haldi eg vit hava hendan trupulleika eisini í Føroyum, og at ungdómurin sjálvur dugir at orða hann væl, við “eg havi for nógv at gera”. Sjálvur vildi eg ynskt at føroyski svimjararnir fingu møguleika sum Team Danmark íðkarar í Danmark, at taka studentaskúla yvir 4 ár, við færri tímum hvørt árið. Og so er hetta við búskapinum bestemt eisini ein trupulleiki, bæði hjá svimjarum og foreldrum, nú tað kostar 1000 krónur at sleppa á eitt líkinda ungdómstiltak (her hugsi eg um festivalarnar).

Frálíkt vikuskifti í Brøndby

Árliga svimjiráðstevnan hjá danska svimjisambandinum var í ár so avgjørt ein tann besta eg havi luttikið á. Ikki at hinar hava verið vánaligar; men hendan hevði veruliga góðar karmar, ófatiliga áhugaverdar høvuðsrøðarar, og var hartil so langt frá handilsstøðum og øðrum, at øll eyka tíð varð brúkt til at tosa við aðrar venjarar.

Tey løgdu hart út, við tað at høvuðsrøðarin Richard Quick av einhvørjari orsøk mátti hava alt sítt longu fríggjakvøld. Har var tí lítil og eingin upphiting, men bara beint út í 2 x 1,5 tíma av intensari notuskriving, tá ið hesin seksfaldi OL-venjarin prátaði um fyrst góðan venjingarmentalitet, og síðani um teknikk í ymisku greinunum. Stutt sagt, so vóru lyklaorðini ‘motivatión’, serliga innara motivatión, og ‘teknikk a la Bill Boomer’. Hetta við ‘innara motivatión’ vísti seg at blíva eitt gjøgnumgangandi tema fyri flestu fyrilestrar á ráðstevnuni, og hitt við Boomer merkir lukkutíð bara at vit eru á røttu leið í FLOT. Eg má fara at keypa DVD-røðina hjá Richard Quick, har hann og Milt Nelms greiða frá teoriunum hjá Boomer.

Leygarmorgunin løgdu tey aftur hart út, við at byrja við norska Stig Leganger Olsen, sum er høvuðsvenjari hjá stjørnuni Alexander Dale Oen. Stig var nokk hugsaður at verða høvuðsnavn nummar tvey í mun til Richard Quick, men vit føroyingar vóru tó minst líka spenntir at hoyra norðmannin, av tí at hann hjá Vestkantsvømmerne í Bergen hevur fingið ein bringusvimjara at vera millum teir allarbestu í heiminum.

Fyrilesturin hjá Stig var tíverri ikki so nógv um bringuteknikk sum eg vónaði, men heldur ein frágreiðing um Alexander, og um alt tað sum tey gjørdu runt um sjálva svimjingina. Men tað var so avgjørt eisini áhugavert at hoyra, hvussu kláran politikk tey høvdu í felagnum, um hvussu tey skuldu venja børnini upp gjøgnum svimjiliðini, og um at gera annan ítrótt. Tey hava trupulleikar við at fáa tíð í svimjihylinum, og venja tí faktiskt líka so nógv á landi sum í vatni. Og lat tað verða sagt, at tey vandu rættiliga hart á landi – eg havi video heim við til svimjararnar at síggja.

Alexander er forrestin á venjingarlegu umleið 100 dagar um árið, og venur eina øgiliga rúgvu. Hann var í Flagstaff í USA beint nú, tá ið Stig var í Brøndby, og Stig skuldi so fara yvir í hesi viku. Alexander hevur lagt alt annað á hyllina, fyri at satsa uppá svimjinga, og ger tí bara tað umframt at vera ‘hobby-automekaniker’. Tey duga altso heldur ikki gand í Noregi, men mugu venja hart og leingi fyri at røkka sínum máli.

Annars helt Stig, at sterkasti eginleiki hjá Alexander var hansara innara drívmegi. Motivatiónin. Um Alexander ikki dugir okkurt sum venjarin biður hann gera, so pressar hann seg til hann dugir, eisini hóast tað ikki hevur beinleiðis við svimjing at gera, og kanska er okkurt sum hann faktiskt ikki tímir. Hann er ikki talentfullur í øllum, men hevði vilja til at vilja venja.

Eftir Stig komu Jacob Iversen og Kenneth Jay at tosa um nakað nýtt tey kalla ‘ATK’ (Aldersrelateret Trænings Koncept), sum er ein verkætlan hjá Team Danmark til at fáa skrivað niður alt tað sum vit vita er gott hjá børnum at venja, í ymisku aldursbólkunum fram til elitustøði. Tey hava eftir øllum at døma givið út eina bók um hetta til ítrótt yvirhøvur, men Jacob og Kenneth og aðrir arbeiða so eftirfylgjandi við at gera eyka tilfar beinleiðis til svimjingina.

Jacob er fysioterapeut og tosaði tí um skaðafyribyrging, meðan Kenneth sum serfrøðingur í styrkivenjing prátaði um styrkivenjing. Teir arbeiða uppá eina bók sum skal koma út til jóla, men tíverri fyri skeiðið her er málsetningurin stutt sagt bara at kóka tilfarið niður til tað sum man veruliga hevur haldgóð prógv fyri. Har var tí snøgt sagt einki nýtt undir sólini, um man kennir eitt sindur til svimjivenjing. Bókin verður óivað eitt gott amboð til nýggjar og eldri venjarar at halda seg til, men sum skeið var hetta eitt sindur “ná ja, hatta veit eg jú longu”.

So var frokost, og aftaná var fyrilestur við fyrrverandi sportdirektørin hjá FCK, Niels Christian Holmstrøm, sum hevði eina fragd av eini framløgu. Hann tosaði um hvussu man skapar eitt vinnaralið, sjálvsagt ikki beinleiðis í svimjing, men allíkavæl avgjørt ein motiverandi fyrilestur. Eftir tað prátaði danski landsliðsvenjarin Mark Regan um venjingarætlanirnar hjá danska svimjilandsliðunum fram til Beijing 2008, umframt eitt vet um test og annað. Hann gevst forrestin eftir OL í Beijing, og har var tí eitt vet av sentimentaliteti bæði í hansara framløgu, og í eftirfylgjandi umrøðuni av framløguni.

At enda vóru tveir stuttir fyrilestrar hjá ársins venjarum í Danmark, Bo Jacobsen og Flemming Poulsen, har Bo legði upp til kjak um hvussu vítt eldri svimjarar eru til fyrimuns ella fortreð, og Flemming Poulsen egentliga bara hevði eina skideballu til aðrar venjarar, fyri at pressa seg og svimjararnar ov lítið, umframt at reypa um seg sjálvan. Fyrilestrarnir hjá Mark, Bo og Flemming vóru kanska sjálvsagt á einum sindur lægri støði enn hjá høvuðsrøðarunum (mest tí teir eftir øllum at døma ikki mettu tað sum veruligir fyrilestrar, men meira ‘eg eri biðin um at siga eitt sindur’), men tað riggaði tó fínt at teir komu aftaná hinar, við tað at teir í heilum fyrihildu seg til tað sum vit longu høvdu hoyrt.

Sunnumorgunin hoyrdu vit meira um ATK, hesuferð tá Martin Langagergaard tosaði um psykologiska partin, mental venjing osfr. At enda prátaði fyrrverandi svimjarin Mark Vogel um stress og fyribyrging av stress. Hetta vóru fínir fyrilestrar, men eg var persónliga kanska í so móður og stressaður til at kunna orka at fylgja veruliga við 🙂

Men sum heild, eitt veruliga frálíkt vikuskifti. Kanska í so nógvar og langar einarøður, tí tað virkaði av einhvørjari orsøk eitt sindur verri at koma á tal við donsku venjararnar í ár… sum um vit høvdu ov fáar pausur ella bara ikki vóru upphitaði til at tosa saman. Hetta var annars ein av málsetningunum hjá mær í ár, at koma á tal við aðrar venjarar, við tað at eg fyri fyrstu ferð búði á staðnum, og eingin av okkum sum sagt fekk farið nakran veg uttan veruliga at skula út at ferðast.

Men tvætl, eg fekk áhugaverd prát við til dømis norska Per Irgens, sum hevði skeið fyri okkum í Føroyum í vár/summar, við Stig Leganger Olsen, sum var opin fyri at ‘man’ kundi koma yvir at síggja tey venja í Bergen, við mín gamla vin Jesper Harder, og við fleiri aðrar. Umframt at vit føroysku venjarar høvdu eitt virkuliga stuttligt kvøld saman tá leygarkvøldið, undir ‘festdøgverðan’, og eftirfylgjandi á kamarinum hjá Søreni.

Tað sum liggur eftir nú, er ein rúgva av gullkornum frá serliga Richardi Quick (ongantíð havi eg skrivað so nógvar notur so skjótt), umframt eitt forstáðilsi fyri at vit mugu taka okkum eitt sindur meira saman á Toftum (og fyri so vítt í Føroyum). Eg má sum venjari arbeiða harðari fyri at fáa svimjarunum góðar venjingarumstøður eisini rundan um sjálva svimjingina, royna at motivera betur, og so mugu svimjararnir eisini taka seg eitt sindur meira saman, ella læra at taka seg eitt sindur meira saman, so at teir føla meira ábyrgd fyri sína egnu venjing. Hetta verður ikki gjørt eftir einum degi, men well, so einki annað at gera enn at byrja úr einum enda av.

Áhugaverdar flytingar í føroyskari svimjing

OK, til tann sum ikki veit av tí, so er nokk so nógv áhugavert komið undan kavi, seinasta mánaðin. SVF hevur í báðum ítróttarsendingum hesa vikuna borið smátíðindi um svimjarar sum hava skift felag, Dimma hevur skrivað okkurt, og tað er eisini hent ymiskt áhugavert hvat venjarum viðvíkur.

3-2 fortaldi mánadagin at Elspa Mørkøre sambært Dimmalætting er flutt til Danmarkar at venja við West Swim Esbjerg, sum er eitt av teimum allarbestu svimjifeløgunum í Danmark. Og í gjár hóskvøld vistu tey at siga, at Kári á Høvdanum er fluttur til Klaksvíkar at venja við Ægir, nú eftir at samstarvið millum FS og Ægir er hildið uppat. Kári hevur annars kappast fyri FS í føroyskum høpi, seinastu árini.

VS og TS eru sum kunnugt sligin saman í Suðuroyar Svimjifelag, við Jón Bjarnasyni sum høvuðsvenjara. Søren Olsen er nú venjari hjá Reka, og í Havn sær tað út til at nýggi fyrstaliðsvenjarin eitur Eivind Eysturoy. Johan Martin Poulsen er høvuðsvenjari í Klaksvík, og á Toftum er undirritaði komin uppí aftur fyrstaliðsarbeiðið, at hjálpa Rúna Gaardbo.

Og har er sikkurt nógv annað áhugavert hent, sum eg annaðhvørt ikki havi fingið við, ella sum vit fyrst frætta alment um í Klaksvík í morgin, tá ið fyrsta stevna í svimjiárinum 2007/2008 byrjar. Eg veit um minst éin av teimum ‘stóru’ svimjarunum sum ikki er byrjaður enn, og hin vegin hevur kanska onkur annar fingið blóð uppá tonnina, nú SSF lokkar við uttanlanda stevnum og NJM á heimabana.

Bill Sweetenham givin í Bretlandi

SwimNews og SwimmingWorld skriva her, her og her at avstralski svimjivenjarin Bill Sweetenham í dag er givin sum “National Performance Director for British Swimming”. Ætlanin var annars at hann fyrst skuldi gevast eftir OL í Beijing 2008, men har hevur eftir øllum at døma verið so mikið nógv rok av millum øðrum kanningunum um at hann skuldi vera ein ‘bully’ (ein happari), at tey hava valt at slíta longu nú.

FLOT byrjar aftur

Sum tit kunnu lesa her á flot.info, so byrjar venjingin hjá FLOT nú so smátt. Í kvøld byrja tey 18 úr 1., 2. og 3. liði sum skulu til Køge í oktober, og restin byrjar so vælsagtans sum vant fyrst í september. Tað er Rúni Gaardbo sum hevur átikið sær at venja fyrstaliðið í ár, og undirritaði hjálpir honum so einar 2 dagar um vikuna, umframt at venja eitt yngri talentlið.

Høvdu vit bara verið rennarar

Keypti mær eitt Garmin 305 ur á túrinum til Haderslev, sum loggar puls og GPS meðan eg renni. Ófatiliga stuttligt at kunna síggja ferð og hall frá sekund til sekund, og hvussu kroppurin so klárar avbjóðingina. Men bara synd at eg ikki eri í form 🙂

Urið er rættiliga nøjagtigt. Rann 6 kilometrar inn um Glyvrar herfyri, og so nágreiniligu somu rutu heim aftur, og var bara 10 metrar frá punktinum sum eg byrjaði, tá ið eg kom heim aftur. Rann eisini nakrar umgangir á Svangaskarð fríggjadagin, sum allir hildu seg innanfyri teir ísv GPS lovaðu max 20 metrarnar frávik.

Sami munur er tíverri eisini galdandi viðvíkjandi hæddarmátingunum, sum merkir at ‘Sýnan’ á Toftum til tíðir er í 40 metra hædd, og til tíðir í 50 metra hædd. Altso 20% frávik, hóast munurin heldur seg innanfyri teir 20 metrarnar sum GPS lovar. Og so er rutan konsekvent altíð nakrar metrar longri suðuri enn satellit-kortið, so at tað sær út sum um at eg renni við síðuna av vegnum.

Har fylgdi okkurt forrit við urinum, og eg fann okkurt annað á netinum, sum ger at eg kann síggja alt sum grafar á telduni, og annars skráseta onnur áhugaverd ting, sum t.d. hvørjar skógvar eg brúkti, hvussu veðrið var, hvør hvílupulsurin og vektin hjá mær er, og so framvegis. Tað eina forritið trekkir enntá sjálvt veðurupplýsingarnar av netinum.

Og so er rættiliga lætt at leggja tað á alnetið eisini, til onnur at flenna at. Man kann keypa ein ‘foot pod‘ til at skráseta strekki, um man vil máta rennur á rennibandi, og eisini kadensumátari (hvussu títt man traðkar) til súkklutúrarnar. Bara synd at urið ikki er nóg vatntætt til at kunna brúkast í havsvimjing.

Ein dag fáa vit óivað okkurt líkandi til svimjing, sum skrásetir ferðina hjá okkum konstant í mun til pulsin. I wish.