Afturlit: 4×50 frí hjá kvinnum á Oyggjaleikum 2005

Fyri knapt 10 árum síðani, tann 11. juli 2005, vunnu føroysku kvinnurnar gull í 4 x 50 frí á oyggjaleikum í Hetlandi. Føroysku svimjarnir, sum luttóku innleiðandi og í finaluni, vóru Sára Ejdesgaard, Shaila millum Garðarnar, Lisbeth L. Joensen, Elspa Mørkøre, Karina Petersen og Nathalia Reinhardt. Í finaluni settu tær føroyskt met við tíðini 1:52.14, har gamla metið var 1:53.85. Núverandi met á 1:47.15 varð sett av Susvim við m.a. Shaila á liðnum á FM 2013.

Kringvarpið vísti ein samandrátt av finaluni. Frásøgumenn vóru Kaj Joensen, Tórður Mikkelsen og Søren Olsen.

Elspa Mørkøre flutt heim, og venur í Klaksvík

Sum nøkur av tykkum kanska longu hava frætt, so er Elspa Mørkøre nú flutt heim aftur til Føroyar, eftir at hava búð og vant í Esbjerg í 2 ár. Og nú í kvøld frætta vit, at hon hevur innskrivað seg sum lim í Ægir, og fer at venja har framyvir. Sera spennandi fyri føroyska svimjing, at fáa hesa gentu heim aftur at venja, sum seinastu árini hevur gjørt seg galdandi bæði í donskum og evropeiskum høpi.

Ægir_fundur._013

Elspa á venjingarlegu í Suðurafrika

Danska landsliðið er bara heilt hampuliga aktivt fyri tíðina. Um nýggjárið vóru tey í Andorra á hæddarlegu, og nú eru tey so í Suðurafrika og venja uttandura. Spanski Aschwin Wildeboer er farin saman við teimum til Suðurafrika, sum SwimNews í dag skrivar fekk 450.000 kr skattafrítt yvir tvey ár, fyri at hava kvalifiserað seg til OL finalu í Beijing. Til samanberingar fáa donsku OL svimjararnir millum 1000 og 4500 krónur um mánaðin sum ískoyti til SU ella hvat tey nú hava at liva av.

Elspa helt nýggjár í Andorra

Elspa Mørkøre var um jólini við danska landsliðnum á venjingarlegu í Andorra, við fokus á ‘dryland’ grundvenjing, meira enn svimjing. “Om formiddagen stod den på tre timers langrend, mens eftermiddags programmet dagligt bød på en times dryland- og styrketræning foruden to timers svømning.”. Skí-parturin var í 2200 metra hædd, og harvið eisini innføring til hæddarvenjing. Lesið her á svoem.dk, har tað m.a. er leinki til myndir hjá landsliðsvenjaranum Paulus Wildeboer.

Elspa nr 4 í 100 rygg

Elspa Mørkøre varð í dag nr 4 í finaluni í 100 rygg, á World Cup stevnuni í Berlin. Tíðin 59.55 var éin hundraðpart frá bestu tíð hennara, og tað sigur væl eitt sindur um støðið, at hon her svam skjótari enn Sanja Jovanović, sum hevur heimsmetið í 50 rygg.

Mads Glæsner úr Danmark svam aftur skjótt, tá ið hann í 1500 frí vann sína aðru World Cup hesa vikuna, við tíðina 14:38.97, éin tíggjundapart spakuligari enn mikukvøldið. Hann fekk tó skarpan gang frá týska Jan Wolfgarten, sum við sínum 14:39.58 nú má roknast sum enn ein kappingarneyti hjá Pál, á komandi EM meistarastevnuni í Kroatia í desember.