Samstarv millum venjarar í umbúna

Jón Bjarnason hevði sunnudagin áðrenn kapping ein frálíkan fyrilestur fyri fyrstaliðsvenjarar um ‘Rainbow’-skipanina hjá Jon Urbanchek, sum Jón brúkar til at testa og venja Susvim svimjararnar eftir. Uppmøtingin var heilt góð, og menn vóru eftirfylgjandi púra samdir um at hetta áttu vit at gjørt meira av. Eisini tá ið tað kemur til at skipa fyri felags venjingarlegum og líknandi.

DSC_0177

Eg veit ikki hvussu nógv av tykkum sum vita av hesum, men tað var púra nýtt fyri meg at verandi landsliðsvenjarin hjá SSF, Brian Marshall, eftir øllum at døma er í barsilsfarloyvi umleið frá nú av og eitt ár fram. Spurdi fleiri sum søgdu at jú jú, so var. Og støðan tykist tí í løtuni at vera tann, at vit faktiskt ikki hava møguleika at hava eitt virkið SSF landsliðsarbeiði í Føroyum, alt árið 2008.

Og millum annað tí taka venjararnir seg nú saman til at skipa fyri tiltøkum uttan um Svimjisamband Føroya, til at umganga at góða rákið steðgar upp. Stemningurin er heilt hampuliga góður millum venjararnar (eftir nógv ára gott klandur :-), og menn tykjast yvirhøvur at hava virðing fyri øllum tí sum hini gera gott. Samstundis sum allir eru samdir um at her má smíðast meðan jarnið er heitt.

DSC_0093

Eg fari einki at lova her, annað enn at eg í øllum førum persónliga fari at royna at fáa hesi tiltøk í lag, sum vit tosaðu um at skipa fyri. Sovorðið sum felags venjingar fyri sprintarar, langteinarar, bringusvimjarar og yngri svimjarar. Á Toftum fara vit nú at vísa samstarvsvilja við at royndarkoyra Rainbow-skipanina hjá Jón og Urbanchek, og annars at umhugsa hvørji tiltøk sum vit sjálvi kunnu skipa fyri, við teimum umstøðum sum vit hava.

Jón hevur longu givið sítt íkast (men má gjarna koma við meira), og Petur Heðin sendi eisini í morgun okkurt áhugavert venjingartilfar sum hann brúkar. Eitt gott samstarv hevur longu verið rættiliga leingi millum feløg í sambandi við Køge Open, sum vit verða minnt á til hvørja stevnu í kraft av teimum eyðkendu t-shirtunum og svimjihettunum hjá svimjarum úr FS, Ægir, Reka, FLOT og HS. So vitið bara eftir… hetta skal nokk koma at rigga 🙂

DSC_0238

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.