Malan V. Bærendsen setti í dag føroyskt met í 100 bringu, við at svimja teinin í tíðini 1:15.41. Harvið hevur hon í leypi av vikuskiftinum sett met í bæði 50 og 100 metra bringusvimjing. Í kvøld kl 18:00 skipar Tvøroyrar Býráð fyri almennari móttøku í ítróttarhøllini í Trongisvági, í sambandi við at Shaila millum Garðarnar hevur svomið seg til gullnál. Continue reading Enn eitt met á Susvim stevnuni
Tag: susvim stevna 2008
Shaila 58.53 í 100 frí
Shaila millum Garðarnar hevur í dag svomið 100 frí í tíðini 58.53, á Susvim stevnuni í Vági. Hetta er undir kravtíðina til HM í Manchester í vár, umframt at tað er gullnálatíð, Heilir 4 svimjarar hjá Jón Bjarnasyni hava harvið svomið seg til gullnál hetta seinasta góða árið, sum er óhoyrt.
2 føroysk met í kvøld
Malan V. Bærendsen svam 50 bringu í tíðini 34.94, og Pál Joensen svam 800 frí í 8:00.05 (!). Tíðin hjá Pál er 30. besta tíð í heiminum síðani 1. august 2007 sambært Swim Rankings, og besta tíðin av øllum juniorum. Lesið her á susvim.com.
Innbjóðing til Susvim stevnu
Sum tit eisini kunnu lesa her á susvim.com, so bjóðar Suðuroyar Svimjifelag til stevnu nú vist nokk komandi vikuskifti. Kappingin er serliga ætlað teimum sum hava møguleika at klára kravtíð til HM í Manchester og FM. Lesið annars her niðanfyri. Continue reading Innbjóðing til Susvim stevnu