Viðfestar eru úrslitafílurnar frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni í vikuskiftinum. Úrslitið varð at Suðuroyar Svimjifelag vann kappingina um flestu heiðursmerki, serliga vegna sínar eldru svimjarar, meðan Fuglafjarðar Svimjifelag var best í bólki 3 og HS í bólki 4. Pál Joensen vann heilir 12 gullheiðursmerki og 3 silvurheiðursmerki, meðan besta kvinnan var Shaila millum Garðarnar við 9 gull og 2 silvur.
Heiðursmerkjabýtið her niðanfyri telur upp heiðursmerkini í øllum kappingum uttan tær opnu ‘útskiljings-finalurnar’; so at skilja at svimjarar her fáa ‘heiðursmerki’ fyri ta plasering sum tey fingu í innleiðandi riðlunum, og finalan so verður ignorerað. Trupulleikin er nevniliga at stevnan sum heild varð bólkabýtt, meðan hesar finalurnar vóru ‘opnar’, og eg tí fløkist í nær eg skal telja ein yngri svimjara sum nr 1, 2 og 3 í sínum bólki og ikki.
Heiðursmerkjabýti millum feløg, allir bólkar
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
|---|---|---|---|
| Susvim | 40 | 34 | 11 |
| FS | 28 | 17 | 14 |
| HS | 22 | 21 | 13 |
| Reki | 11 | 12 | 8 |
| FLOT | 6 | 5 | 5 |
| Ægir | 5 | 6 | 13 |
| Tilsamans | 112 | 95 | 64 |
