Phelps sett heimsmet í 100 firvald

Michael Phelps setti í gjárkvøldið nýtt heimsmet í 100 firvald á langgeil, tá ið hann á U.S. Nationals svam teinin í tíðini 50.22, har heimsmetið hjá Ian Crocker frá 2005 var 50.40. Phelps sigur sjálvur “I have no idea what my splits were, but I felt better tonight. I hope I can feel better in a few weeks”. Splitt-tíðirnar vóru 23.83 og 26.36. Les swiminfo.com

Hug at síggja nýggja takið hjá Phelps ‘live’?

Michael Phelps fer tann 14. – 17. mai at kappast aftur fyri fyrstu ferð síðani OL í Beijing, á amerikansku svimjistevnuni “Charlotte UltraSwim”. Hann hevur fyri tíð síðani nevnt at hann har fer at royna ein frí-teknikk, og at man fer at kunna síggja broytingina longu í fyrsta taki. Nú skriva tey so á SwimmingWorld, at hendan stevna verður send ‘live’ á Universal Sports, umframt at kunna síggjast ‘live’ á internetinum, á heimasíðuni swimnetwork.com hjá amerikanska svimjisambandinum.

Phelps roynir nýggjan frí-teknikk

“It’s a significant change. You’ll be able to tell exactly what I did as soon as I take my first stroke”, sigur Michael Phelps í samrøðu við Associated Press, her á baynews9.com, og heldur áfram “”I’m going to try it this year. If it works, it works” … “If it doesn’t, I’ll go back to the old stroke.
Continue reading Phelps roynir nýggjan frí-teknikk

It’s official: Phelps roykti marihuana

Michael Phelps viðgongur tað sjálvur sambært SwimmingWorld Magazine og eina rúgvu av øðrum fjølmiðlum, og USA Swimming og US Olympic Committee eru tí sjálvsagt ógvuliga skuffaði. Onkur avstralskur miðil hoverar undir yvirskriftini “Going off with a bong: gold medallist’s life is up in smoke”, og við setningum sum “He looked just as natural with a bong in his hands as he does swimming in the pool”.
Continue reading It’s official: Phelps roykti marihuana

Phelps venur aftur, fram ímóti Rom 2009

Hann hevur ikki vant í 4 mánaðir, sum er longsta pausan hjá honum nakrantíð. Følir seg ‘rustnan’, og væntar tí at næstu mánaðirnir verða harðir, nú formurin skal byggjast upp aftur. Hann er nokk so mettur av svimjing, og venjingin hesi næstu 4 árini fer tí at verða nógv meira avslappað, enn tey 4 árini fram til Beijing. Men hann ætlar sær tó til HM í Rom, at svimja m.a. 100 rygg, um hann finna útav at ‘meistra’ greinina. Og annars tykjast málini framyvir at fara at vera ymiskar dreymatíðir, eisini í greinum sum vit ikki kenna hann í, meira enn at yvirganga seg sjálvan aftur. Les SwimNews

Venjarin væntar minni, nú Phelps skiftir til stytri teinar

Michael Phelps segði sum kunnugt í leypi av OL í Beijing, at hetta var síðstu ferð hann fór at kappast í 400 blandað, og nú kunnu vit lesa í USA Today, at hann á HM í Rom fer at kappast í serliga 100 firvald, rygg og crawl. Orsøkin er at hann ynskir at sleppa undan hørðu venjingina sum krevst til at svimja 400 blandað á høgum støði, og at hann og Bowman tí fara at fokusera uppá at byggja sprintferð í honum, fram til OL í Beijing.

Venjingin fer tí niður frá teimum upp til 80 km um vikuna sum hann svam áðrenn OL í Beijing, til í mesta lagi 50 km um vikuna, sum tó verða oftari hart. Men venjarin Bob Bowman er ivasamur um skiftið, tí Phelps eftir hansara tykki er meira til fart-úthaldni enn reint sprint. “I think he wants to swim the sprints, but we’ll see how it works out,” sigur Bowman. “He might be wishing for some of that 400 IM training.”

(Image courtesy of tsevis, CC Attribution-Noncommercial-No Derivatives)
Continue reading Venjarin væntar minni, nú Phelps skiftir til stytri teinar