Phelps fer eftir ‘legendunum’ nú

Craig Lord skrivar nú víðari á SwimNews.com um samrøðu við Michael Phelps og venjaran Bob Bowman í Berlin, har teir millum annað koma inn uppá hvat hann nú kann fara eftir, nú hann longu er “the greatest olympian in history”. Og svarið frá teimum er, at hann kann fara eftir legendum. Ella sum Bowman sigur: “Now we’re at a stage where whatever he does is about establishing a legacy.”

phelps...
Continue reading Phelps fer eftir ‘legendunum’ nú

Bowman: 100 meturin fer at missa mest við superdraktunum

Craig Lord hevði í leypi av World Cup í Berlin eitt interview við Michael Phelps og venjara hansara Bob Bowman, sum tit kunnu lesa her á SwimNews.com, har Bowman millum annað sigur rættiliga áhugavert: “After January 1, the 100m freestyle, I would say, is probably going to be the most different race of all of them, given what’s happened. Those last 20m are going to be critical. In those last 20m you are going to need to be there. You are going to have to be on it at the finish. Michael’s good at that. You are not going to be able just to let the suit carry you, to go out easier.”

phelps..
Continue reading Bowman: 100 meturin fer at missa mest við superdraktunum

Ert tú skjótari enn Phelps… til at putta?

Altjóða olympisku nevndin hevur eina kapping her á YouTube og her á www.olympic.org, har ið olympiskar stjørnur sum Michael Phelps, Shawn Johnson og Asafa Powell gera ymiskt heilt ørvísi enn sína vanligu ítróttargrein, og tú so kanst luttaka í kappingini við at senda upp eina video, har tú gert tað betri. Greinin hjá Michael Phelps er at ‘putta’ so nógvar golf-bóltar sum gjørligt, uppá 60 sekund. Vinningurin er ein ferð til olympisku vetrarleikirnar í Vancouver í 2010, og freistin er 15. november 2009.


Continue reading Ert tú skjótari enn Phelps… til at putta?

‘Tú kanst ikki svimja sum Phelps bara við vanligari føði’

Nakað soleiðis sigur venjarin hjá honum Bob Bowman, í sambandi við at Phelps nú reklamerar fyri drykkjupulvurinum PureSport, “an optimal mix of protein, electrolytes and carbohydrates”. “If you’re trying to swim the program he did in Beijing, you’re not doing that on normal nutrition”. Greinin her á reachforthewall.com viðger rættiliga intenst vandan við at brúka sovorðin kosttilskot, við tað at til dømis Jessica Hardy sum kunnugt mest sannlíkt varð dopingdømd vegna dálkað tilskot. Men teir báðir siga at tað er ein kjansur sum má takast, um Phelps skal kunna venja og kappast sum hann ger. Og at alt til Phelps verður eftirkannað bæði eina og tvær ferðir, tí at “If [Phelps] fails a drug test because of something like that, it’s all over for a lot of people”.

Shaq vs Michael Phelps

Amerikanski kurvabóltsrisin Shaquille O’Neal og Michael Phelps møttust herfyri til holmgongu í heimahylinum hjá Phelps, at vita hvør sum vann flest av trimum ymiskum svimjikappingum. Í fyrstu skuldi O’Neal svimja 25 yards meðan Phelps svam 50, har Phelps slapp at byrja 5 sekund áðrenn O’Neal. Í næstu svam Phelps einsamallur 200 yards blandað, meðan O’Neal svam teir síðstu 50 frí í 200 blandað stafett saman við Dana Volmer, Arianna Kukors og Rebecca Soni. Í triðju skuldi Phelps svimja 75 yards meðan O’Neal svam 50. Um O’Neal vann flest kappingar, so skuldi Phelps siga fyri opnum sjónvarpsskermi, at O’Neal var tann størsti. Um Phelps vann flest, so skuldi O’Neal royna seg sum synkronsvimjari.

Michael Phelps í ferðsluóhappi í Baltimore

Fjølmiðlarnir skunda sær at siga “Michael Phelps uninjured“, t.d. her á Yahoo! News, nú Phelps í gjár var uppi í einum ferðsluóhappi í Baltimore, har hann í sínum Cadilliac Escalade “SUV” rendi inn í síðuna á einum Honda Accord. Løgreglan sigur at Phelps var ikki ávirkaður av alkoholi… sum er viðkomandi, við tað at hann stutt eftir OL í Athen varð tikin fyri at koyra ávirkaður, eftir ikki at hava aktað eitt stoppskelti. Ein myndarøð sæst her á Yahoo! News, frá millum annað ferðsluóhappinum í gjár.

Phelps er ein mammudrongur

Á tíðindafundinum í gjár segði Michael Phelps, at mamma hansara, Debbie Phelps, vildi hava hann at luttaka í HM, tí hon hevur altíð ynskt at síggja Rom:

“She’s on the way over. She got what she wanted. She coming to Rome and I am going to be swimming here.”

Rithøvundurin Alan Abrahamson, sum hevur skrivað bókina “No Limits: The Will to Succeed” saman við Phelps, sigur, at Phelps er familjukærur, dámligur og …ein mammudrongur. Les meira á blogginum hjá Alan Abrahamson.

Phelps fær frið í Riccioni

Tað amerikanska liðið venur í býnum Riccioni stutt undan HM. Riccioni liggur á eysturstrondini væl norðanfyri Rom. Hetta er kanska orsøkin til, at Michael Phelps fær frið frá fjepparum og journalistum. Fyribils hava bara nøkur fá spurt hann um autograf o.t. Venjarin Mark Schubert sigur, at tey hava roynt at akklimatisera seg tær seinastu fýra dagarnar. Phelps venur sum hann plagar. Tey hava etið góðar pitsur í Riccioni, men Phelps etur í løtuni ikki 10.000 kaloriur, sum hann gjørdi undan OL í 2008. (Kelda: Associated Press/Google).