Michael Phelps fer tann 14. – 17. mai at kappast aftur fyri fyrstu ferð síðani OL í Beijing, á amerikansku svimjistevnuni “Charlotte UltraSwim”. Hann hevur fyri tíð síðani nevnt at hann har fer at royna ein frí-teknikk, og at man fer at kunna síggja broytingina longu í fyrsta taki. Nú skriva tey so á SwimmingWorld, at hendan stevna verður send ‘live’ á Universal Sports, umframt at kunna síggjast ‘live’ á internetinum, á heimasíðuni swimnetwork.com hjá amerikanska svimjisambandinum.