Guðrun og Astrið 26.40 og 26.52 í 50 frí á DMK 2013

Tær báðar Guðrun Mortensen og Astrið Foldarskarð luttóku fyri løtu síðani í B-finaluni á donsku meistarstevnuni á stuttgeil, og vórðu tær har nummar 1 og 2 av teimum í B-finaluni við ávíkavist 26.40 og 26.52 sekund. Guðrun eigur føroyska metið á 26.04 sekund frá NJM í Íslandi í 2011, meðan besta tíð hjá Astrið til nú var 26.87 sekund frá NM tá eisini í Íslandi í 2011. Sí úrslitalistan her.

Screen Shot 2013-11-17 at 6.38.03 PM

Alvi 15:53.14 og gull í 1500 frí á vestdonsku meistarastevnuni á stuttgeil

Alvi Hjelm megnaði í dag at vinna sær greitt gullheiðursmerki á Vestdanske Kortbanemesterskaber, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:53.14, har hin næstskjótasti svam 16:08.24 og triðskjótasti 16:09.65. Hetta var sikkurt eisini gull eisini í juniorbólkinum, við tað at Alvi hevur aldur til tess, og tey vist nokk geva heiðursmerki eisini til juniorar. Besta tíð hjá Alva er annars 15:35.56, frá NJM í Vaasa í fjør.

DSC01166

Guðrun Mortensen megnaði í B-finaluni í 100 frí at svimja teinin uppá 59.95, sum var næstbesta tíð í B-finaluni, og sjeyndbesta um man hyggur at tíðunum í A-finaluni eisini. Í innleiðandi hevði hon 11. bestu tíð 1:00.48, har 8 sloppu í A-finaluna. Besta tíð hjá Guðruna er 57.62, frá FM í vár.

Frans Johannesen hevði aftur í dag úr at gera, við at heinta heiðurmerki til barndómsfelag sítt Esbjerg. Fyrst var hann við til at vinna gull í 4×50 frí, saman við stórabeiggja sínum Sørin Martin, og síðani vann hann silvur í 100 frí, silvur í 200 bringu, og at enda eisini silvur í 4×100 blandað.

Guðrun 27.21 og bronsu í 50 frí á vestdonsku meistarastevnuni á stuttgeil

GuðrunGuðrun Mortensen vann í kvøld bronsuheiðursmerki fyri eftirskúla sín Berns, tá ið hon á vestdonsku meistarastevnuni í Århus svam teinin uppá 27.21, har Julie Levisen úr Aalborg svam 25.78 og Line H. Vestergaard úr Silkeborg 27.03. Guðrun eigur sjálv føroyska metið, sum er 26.04 frá tá ið hon vann gull á NJM í Íslandi í 2011. Alvi Hjelm svam seg við tíðini 1:07.46 til eitt 17. pláss í 100 metra ryggsvimjing, meðan føroyski danin Frans Johannesen svam seg til silvur í bæði 50 og 200 frí, við tíðunum 23.60 og 1:50.61, umframt at hann vann silvur sum partur av 4×50 blandað stafettini hjá Esbjerg.

Tey á Bernstorffsminde Efterskole gjørdu annars hesa skemtiligu video herfyri, sum aftursvar til eina aðra stuttliga video har Jeanette Ottesen varð (óoffisiellur) evropameistari í ‘turrsvimjing’, við nýggjum heimsmeti. Tey á Berns kalla avrikið hjá Guðruna fyri tangering av heimsmetinum hjá Jeanette.

Her er videoin við Ottesen

Alvi 4:01.37 og bronsu á vestdonsku meistarastevnuni á stuttgeil

Alvi Hjelm megnaði í kvøld at vinna sær bronsuheiðursmerki á Vestdanske Kortbanemesterskaber í Århus, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 4:01.37, har besta tíð hjá honum er 3:58.52. Føroyski Frans Johannesen vann gull í somu grein, við tíðini 3:58.93, og í millum teir báðar Alva var so Anton Bromer sum svam 3:59.61. Alvi og Frans vunnu eisini bronsu í 4×200 metra frí, har teirra lið Esbjerg svam 7:43.57 aftanfyri Aalborg 1 á 7:26.28 og AGF 1 á 7:42.06, har Alvi sum fyrsti maður í stafettini svam 1:56.15, í mun til sína bestu tíð í 200 frí á 1:54.00. Í 50 frí svam Guðrun Mortensen seg víðari til finalu, við triðbestu tíð 26.96 aftanfyri Julie Levisen úr Aalborg á 25.94 og Line H. Vestergaard úr Silkeborg á 26.88.

DSC01166

Guðrun Mortensen til Berns í DK at ganga á ítróttareftirskúla

GuðrunLesið her á kvf.fo/roddin

Guðrun Gudmundsdóttir Mortensen er 16 ára gomul og ættað av Tvøroyri. Í løtuni býr hon í Berstorffsminde á Fyn í Danmark, har hon gongur á eftirskúla. Guðrun hevur altíð svomið nógv, og heima á Tvøroyri venur hon við Susvim. Ein svimjilærari frá eftirskúlanum var einaferð í Føroyum og vandi Susvim, og tá hann greiddi frá um eftirskúla, fangaði hann áhugan hjá Guðrun.

– Eg fekk rættiliga stóran hug at royna eftirskúlalívið eftir vitjanina hjá René, ið er svimjilærari her á eftirskúlanum. Í byrjani hugsaði eg mest um at menna meg sum svimjara, men eg gleddi meg samstundis eisini sera nógv til at møta øðrum ungum á mínum aldri, so samanumtikið ynski eg at menna meg bæði ítróttarliga og sosialt, sigur Guðrun.

Tit kunnu lesa meira her um svimjilinjuna á Berns

Guðrun 57.62 og nýtt føroyskt juniormet í 100 frí

Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag setti í gjárkvøldið nýtt føroyskt juniormet í 100 metra bringusvimjing frísvimjing, tá ið hon í finaluni á FM/JM 2013 gjørdist føroyameistari við tíðini 57.62, har hennara met frá FM/JM í fjør var 58.31. Nú er heilt stutt niður til føroyska metið hjá Elspu Mørkøre, sum er 57.41 frá kapping í Danmark í 2007. Sí úrslitalistan her.

DSC09532

Guðrun Mortensen føroyskt met og juniormet við 27.23

Guðrun Mortensen (1997) úr Susvim og Birita Debes (1995) úr Ægir svumu í morgun 50 frí í 1. riðli. Í riðlinum var eisini Tatiana Perstniova (1996) úr Moldovia. Guðrun Mortensen vann riðilin og setti nýtt føroyskt met og juniormet við tíðini 27.23. Shaila millum Garðarnar átti gamla senior metið 27.32, sum bleiv sett í DM 2009. Birita átti juniormetið 27.93 frá HM í 2009. Tíðin hjá Biritu í morgun var 27.94. Fult fokus var á føroysku svimjarnar í Eurosport, ið kallaði riðilin fyri føroysk meistarakapping í Debrecen. Sí hvat bleiv sagt í Eurosport undir videorútinum.

DSC03490

Her er video av teimum 50 frí hjá teimum báðum


Continue reading Guðrun Mortensen føroyskt met og juniormet við 27.23