Video av Biritu Debes og føroyskt met í 50 rygg

Birita Debes (1995) úr Ægir vann silvur í 50 rygg mánadagin í Danish Open. Samstundis tangeraði hon metið hon setti sama morgun, ið var 30.12. Gamla metið hjá henni frá EM í fjør var 30.60. Her síggja vit hana á bana 3.

Ida Lindborg (1994) úr Malmö Kappsimningsklubb vann gull við tíðini 28.93, og Maja Zawiszewska (1993) úr Wroclaw vann bronsu við tíðini 30.27.
Continue reading Video av Biritu Debes og føroyskt met í 50 rygg

Video av Astrið Foldarskarð og føroyskt met í 50 firvald

Astrið Foldarskarð úr Ægir setti mikudagin føroyskt met í 50 firvald í semifinaluni í Danish Open við tíðini 28.94 – eitt vet skjótari enn metið hon setti sama morgun (29.06). Astrið sæst á bana 6. Eisini hoyrist ein óð lítil genta, sum 8 ára gamli Bjarki roynir at hússja. Teir síðstu metrarnar slær Bjarki á ryggin á mær, so spentur hann er 🙂

Video av føroysk met hjá Biritu í 100 rygg

Birita Debes úr Ægir setti í síðstu viku tvær ferðir føroysk met í 100 rygg við tíðini 1:06.19. Her síggja vit hana í finaluni skírhósdag á bana 1.

Mikudagin svam hon somu tíð í hálvfinaluni. Tá legði hon harðari út, svam teir fyrstu 50 m á 31.87 í mun til 32.03 dagin eftir.
Continue reading Video av føroysk met hjá Biritu í 100 rygg

Video av bronsuvinnaran Alva Hjelm í 1500 frí

Alvi Hjelm úr Ægir vann bronsu í 1500 frí við tíðini 16:11.88. Her síggja vit hann á bana 3. Vit síggja eisini Jón Bjarnason tosa við Rikke Møller Pedersen við 4 min og 15 sekundum.

Danin Anton Ørskov Ipsen (1994) vann gull, póllendingurin Kacper Klich (1994) vann silvur og Alvi (1996) vann sum sagt bronsu.
Continue reading Video av bronsuvinnaran Alva Hjelm í 1500 frí

Video av Turið og nýtt evropeiskt met í 200 bringu

Turið S. Christiansen úr Ægir luttók í B-finaluni í 200 bringu. Her síggja vit hana á bana 2 tætt við kamera. Tíðin hjá henni var 2:51.09. Føroyska metið hjá henni er 2:44.81.

Eina løtu seinni setti Rikke Møller Pedersen nýtt evropeiskt met í A-finaluni við tíðini 2:20.53. Her síggja vit hana á bana 4.
Continue reading Video av Turið og nýtt evropeiskt met í 200 bringu