Guðrun 27.74 í 50 frí á EJM 2013

GuðrunGuðrun Mortensen luttók tíðliga í morgun í 50 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni í svimjing, og svam hon har teinin uppá 27.74 sekund, sum rakk til eitt 40. pláss. Sí úrslitalistan her. Guðrun eigur sjálv føroyska metið og juniormetið, sum er 27.23 frá EM í Debrecen í fjør.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.