FM 2007 Upphiting og Hjálparfólkafundur

Upphiting og byrjan at svimja.

Fríggjadag

  • Innleiðandi: upphiting kl 07:30 og kapping kl 09:00
  • Finalur: upphiting kl 16:15 og kapping kl 18:15.

Leygardag

  • Innleiðandi: upphiting kl 07:30 og kapping kl 09:00
  • Finalur: upphiting kl. 16:15 og kapping kl 18:15.

Sunnudag

  • Innleiðandi: upphiting kl 08:00 og kapping kl 09:30
  • Finalur: upphiting kl 14:15 og kapping kl 16:05.

Continue reading FM 2007 Upphiting og Hjálparfólkafundur

5 føroysk met sett í Aalborg í vikuskiftinum

Sum tit kunnu lesa her á tsvim.com, og her og her á ssf.fo, so hava Elspa Mørkøre og Jutta Thomsen luttikið á ‘Danske HoldMesterskaber’ í gjár og í dag, fyri West Swim Esbjerg. Úrslitið varð avbera gott, at Elspa setti 4 nýggj føroysk met og Jutta eitt.

Nýggju metini hjá Elspu eru:

  • 400 frí blandað: 4:57.66
  • 200 blandað: 2:21.49
  • 100 rygg: 1:04.20
  • 200 rygg: 2:18.11

Og tað hjá Juttu:

  • 800 frí: 9:08.02

Talan er um stutthyljamet (25 metra hylur), har HM í Melbourne var í langum hyli (50 metrar). Metið hjá Juttu kemur tí ikki í staðin fyri metið hjá Monu frá HM, av tí at hyljarnir vóru ymiskir. Men hetta boðar absolutt frá góðum til FM um 14 dagar, tá ið báðar vælsagtans kunnu væntast at fara at kappast í greinini.

Báðar genturnar svumu forrestin undir gullnálatíð.

Nakar sum umhugsar Bergen ?

Bergen Swim Festival, 4. – 6. mai 2007, sum er vikuskiftið eftir FM. Ein minicruise við hotelluppihaldi og morgunmati kostar vist nokk 2.638 krónur (um eg havi fatur á rætta tíðarskeiði har), men svimjarar kunnu sikkurt fáa tað bíligari við at droppa hotellið og heldur brúka tilboðið frá Festivalinum um yvirnátting fyri 100 (norskar) kr, morgunmat fyri 50 og frokost og náttverða fyri 80.

Eg vildi persónliga elskað at farið við sum áskoðari, um nakrir av okkara góðu svimjarum fóru yvir at buka norðmennirnar av 🙂

Ian Crocker um kolldømingina sunnudagin

Ian Crocker kolldømdi sum kunnugt 4 x 100 blandað stafettina hjá USA á HM í Melbourne seinasta sunnudag, og oyðilegði harvið møguleikan hjá Michael Phelps at vinna metnógv gullheiðursmerki á éinari stevnu. Á blogginum hjá sær á SwimRoom.com lýsir hann nú støðuna hjá sær sum at hava fingið eitt arr afturat at liva við.
Continue reading Ian Crocker um kolldømingina sunnudagin

Innbjóðing til FM 2007

SSF bjóðar aftur í ár til FM-stevnu í svimjing sum verður í svimjihølluni í Gundadali í Tórshavn í døgunum  27., 28. og 29. apríl 2007.

Øll ið hava svomið bronsunálatíð (305 stig ella meira) í 25 ella 50 metra hyli eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Tað er enn óvist um Sjónvarp Føroya sendir beinleiðis frá kappingini.
Continue reading Innbjóðing til FM 2007

Ikki lætt at vera suðurafrikanskur toppsvimjari

Heimsmethaldarin Roland Schoeman og tveir aðrir av teimum sum vunnu 4×100 frí OL-gull í Athen 2004, fáa ikki fíggjarligan stuðul frá svimjisambandi sínum til at ferðast heim at svimja á suðurafrikansku meistarastevnuni, og verða tí ikki undan-úttiknir til OL í Beijing 2008. Harvið missa teir møguleikan at luttaka við landsliðnum á venjingarlegum og altjóða svimjistevnum, umframt at í øllum førum Schoeman missur tann studning sum hann fær frá svimjisambandinum til at venja í USA. Inntil august næsta ár, tá ið teir aftur fáa kjans at kvalifisera seg.
Continue reading Ikki lætt at vera suðurafrikanskur toppsvimjari

Sloveni svomið Amazon-ánna á tamb uppá 65 dagar

Puha, 5.265 kilometrar eftir 65 døgum, ella umleið 81 kilometrar um dagin. Martin Strel úr Slovenia hevur svomið Amazon-ánna á tamb, millum hávar og krokodillur, anaconda-kvalaraslangur og piratfiskar. Hann stríddist við krampa og høgum blóðtrýsti, svøvnloysi, larvuinfektiónir, konstant svøvnloysi og gnaddsár frá vátdraktini. Lisið í Ekstra Bladet

Í Wikipedia stendur at hann eisini hevur svomið Donau, Mississippi og Yangtze áirnar á tamb, umframt aðrar meira ókendar. Hann ætlar sær tó ikki at svimja Níl-ánna á tamb, tí hon eftir hansara tykki bara er ein løkur í mun til t.d. Amazon-áina.

Okkurt petti á túrinum máttu tey stoyta blóð í (Amazon) ánna, fyri at distrahera piratfiskar og hávar. Hann varð eisini raktur av eini 4 metrar høgari flóðaldu á túrinum. Til ber at lesa nógv meira um Martin Strel, og síggja myndir og video og tílíkt, á heimasíðuni www.amazonswim.com