SSF á vitjan hjá Ægir í Klaksvík

Mikukvøldið 22. februar vitjaðu umboð fyri Svimjisamband Føroya svimjifelagið Ægir í Klaksvík, í røðini at koma runt til øll feløg í Føroyum. Tað varð enn ein fínur fundur, Svimjisambandið legði fyri við somu skrá sum í Fuglafirði, Leirvík og Runavík, og Ægir høvdu so hartil ein lista við ynsktum evnum at viðgera. Í mun til hinar tríggjar fundirnar snúddi hetta eyka seg nú rættiliga nógv meira um úrvalsarbeiði, av sjálvsøgdum orsøkum við tað at Ægir eigur so nógvar landsliðssvimjarar.

SSF vitjar Ægir í Klaksvík

Elspa Mørkøre flutt heim, og venur í Klaksvík

Sum nøkur av tykkum kanska longu hava frætt, so er Elspa Mørkøre nú flutt heim aftur til Føroyar, eftir at hava búð og vant í Esbjerg í 2 ár. Og nú í kvøld frætta vit, at hon hevur innskrivað seg sum lim í Ægir, og fer at venja har framyvir. Sera spennandi fyri føroyska svimjing, at fáa hesa gentu heim aftur at venja, sum seinastu árini hevur gjørt seg galdandi bæði í donskum og evropeiskum høpi.

Ægir_fundur._013

Petur Heðin er nú venjari hjá Ægir

Ægir_fundur._001bPetur Heðin á Fløtti og Ægir gjørdu herfyri avtalu um, at hann verður høvuðsvenjari hjá teimum, komandi tvey árini, við ábyrgd fyri serliga venjingini hjá fyrstaliðnum. Ægir hevur hartil gjørt avtalu við Kára J. á Høvdanum, um at hann skal venja annaðlið hjá teimum, saman við Petur Heðini. Og vit kunnu so væl gita, at Kári eisini skiftir til at kappast fyri Ægir, nú svimjiárið 2009/2010 byrjar.

Ein kvøða til Kong Kristian

Bartal smekkaði hesa video saman til ársveitsluna hjá Ægir. Um nakar ivast, so var hon nokk ikki illa meint, men heldur gjørd í vón um at kongurin vendur aftur aftur 🙂

Get the Flash Player to see this player.

Continue reading Ein kvøða til Kong Kristian

Frálík ársveitsla hjá Ægir

Ægir bjóðaði sum kunnugt til veitslu í Klaksvík nú eina lítla viku eftir FM, og feløgini møttu heilt væl upp. Eini 90 fólk úr feløgunum norðanfjørðs møttu upp til at eta væl og syngja og skemta, dansa, hoyra countrysang og kappast í karoke. Onkur vann fartelefon í lutakasti, og onkur annar við at syngja betur enn hini. Og so var ‘ársins’ eisini, av ymiskum slag sum vit ikki hava sæð fyrr. Disko og jenka og limbo og tað heila. Eitt frálíkt kvøld í dýrdarveðrinum 🙂

DSC_0046 Continue reading Frálík ársveitsla hjá Ægir

Innbjóðing til Ægir stevnu 2007

Viðfest her er innbjóðing til Ægir stevnu tann 15. – 17. september 2007, fyri svimjarar í bólki 3 og eldri. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so leygarmorgun, leygardag og aftur sunnudag seinnapart. Innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 13. september, og annars eru vanligu reglur fyri svimjistevnur galdandi.

Ægir nú tveir høvuðsstuðlar

Tíðindaskriv frá Svimjifelagnum ÆGIR

 ÆGIR hevur tann 14 august,  fingið enn ein høvuðssponsor afturat felagnum, og er tað S.J.H. COMMERCIAL DIVERS.

Frammanundan hevur ÆGIR Norðoya Sparikassa sum høvuðsstuðul, og hevur N.S. verið tað í nógv árð.

 Avtalan fevnur fyri restina av hesum árið og árini 2008-2009

Hetta fer at hava ein sera tíðandi leiklut í menningini av felaginum, hvørs endamál er at gerast størsta og mest vinnandi felag í landinum.

Svimjingin er nú farin í gongd av álvara fyri kappsvimjararnar, og byrjar svimjiskúlin og svimjingin fyri børn 3. september.

ÆGIR